Føroyskir filmsdagar í Norðurlandahúsinum

Føroyskir filmsdagar í Norðurlandahúsinum
Føroyskir filmar verða settir í brennidepil í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið og nakrar dagar inn í næstu viku. Á skránni eru bæði gamlir og nýggir filmar, sum umfata spælifilmar, dokumentarfilmar og stuttfilmar
24.01.2015 - 16:15

Filmsdagarnir byrjaðu í gjár við eini týskari filmatisering av Barbaru. Fitt av fólki høvdu leitað sær oman í Norðurlandahúsið at síggja hendan filmin, ið ikki hevur verið vístur í áratíggjur. Í dag eru tríggjar sýningar við 5 ymiskum  filmum m.a. geytavirðislønti filmurin, Skuld, hjá Heiðriki á Heygum og stuttfilmurin, Munch, sum vann áskoðaravirðisløn í 2013. Komandi dagarnar hevur tú eisini møguleika at síggja m.a. Vetrarmorgun og Terminal, ið vann Geytan í 2013.

 

 

Skráin:

 

Fríggjadagur  23. januar kl. 19.00

BARBARA - WILD WIE DAS MEER

Týsk Barbara filmatisering frá 1961 við framløgu.

 

Leygardagur 24. januar kl. 14.30

LUDO + MAGMA

Psykologiskt drama við forfilmi og vitjan av leikstjóra

 

Leygardagur 24. januar kl. 16.30

FØROYSKUR FILMUR (SKULD) – NÚ OG Í FRAMTÍÐINI

Stuttfilmur og orðaskifti um framtíðarútlitini

 

Leygardagur 24. januar kl. 19.00

ATLANTIC RHAPSODY + MUNCH

Gerandisdagur í Havn í 1989 við formilmi og vitjan av filmleikstjóra

 

Sunnudagur 25. januar kl. 16.30

BYE BYE BLUE BIRD + TERMINAL

Føroyskur road-movie frá 1999 við forfilmi og vitjan av filmleikstjóra

 

Sunnudagur 25. januar kl 19.00

BARBARA

Stórsligin Barbarafilmatisering frá 2997

 

Mánadagur 26. januar kl. 19.00

SELKVINNEN + VETRARMORGUN

Norskur filmur frá 1953 við framløgu og forfilmi

 

Týsdagur 27. januar kl. 19.00

THE BLINK MOD VEST + ALDUR

Dokumentarfilmur frá 1992 við forfilmi og vitjan av filmleikstjóra

 

Mikudagur 28. januar kl. 19.00

1700 METER FRA FREMTIDEN

Dokumentarfilmur frá 1990 og vitjan av filmleikstjóra

 

Les meira um tiltakið og fá nærri frágreiðing um filmarnar her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.