Heathrow er ikki longur ferðamiklasti flogvøllur

Heathrow er ikki longur ferðamiklasti flogvøllur
Heathrow tók ímóti 68,1 mió. ferðafólkum í fjør. Men hetta var ikki nokk til at varðveita fremsta plássið
28.01.2015 - 21:00

Heilt inntil 2014 hevur Heathrow verið ferðamiklasti flogvøllur og hevur sostatt verið tann flogvøllurin, ið hevur tikið ímóti flest altjóðaligum ferðafólki.

 

Í 2014 kom talið upp á 68,1 mió. ferðafólk, men hetta var ikki nóg mikið til at varðveita fremsta plássið sum ferðamiklasti flogvøllur, skrivar Jyllands-posten.

 

Við eini framgongd á 6,1% og 70,5 mió. ferðafólkum bleiv flogvøllurin í Dubai nummar eitt.

 

Leiðarin á flogvøllinum í Dubai, Sheikh Ahmed Bin Saeed Al Maktoum, sigur, at tað er eitt felags mál at gera Dubai til ein altjóða miðdepil fyri flogferðslu, og at hetta verður klárað við opna politikkinum í Dubai. Harumframt er Dubai vorðin ein handils- og ferðafólkamiðdepil, sum tiltrekkir fleiri og fleiri ferðafolk, sigur hann.

 

Ein talskvinna hjá Heathrow sigur, at Stórabretland hevur í 350 ár verið størsti depil fyri skip og síðan flogfør, men grundað á vantandi pláss og arbeiðskraft má Heathrow geva trónuna víðari.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.