Fimm ókend kend

Fimm ókend kend
Les um fimm av teimum kendastu fólkunum, sum vit allarhelst hava sæð ella hoyrt, men ikki kenna.
30.01.2015 - 12:30
  1. Eufrat Mai

Eigur tú ein ‘fleygara’? (Eisini kallað ‘Fleshlight’)  Um so er, so kennir tú allarhelst Eufrat Mai, hóast tú kanska aldrin hevur hoyrt um hana. Hon er nevnliga kvinnan, hvørs undirlív bleiv brúkt sum modell til flestu fleygarar, vit kenna í dag.

 

 

Sí eitt video, har Eufrat er farin ein framvísingartúr á eini verksmiðju, ið framleiðir ‘fleygarar’, her.

 

  1. Kimbra Hickey

Tú kennir hana allarhelst ikki, men hendur hennara hevur tú heilt sikkurt sæð á bókahillum hjá flestu tannáringagentum. Hickey var nevnliga hondmodell til permuna á fyrstu bókini í Twilight røðini hjá Stephanie Meyer, ið hevur selt yvir 1,2 mió. eintøk kring heimin.

 

 

 

 

  1. Susan Bennet

Tú hevur kanska ikki hoyrt um Susan Bennet, men rødd hennara kennir tú heilt sikkurt. Bennet er nevnliga amerikanska røddin handan talgilda hjálparan í tíni iPhone, ‘Siri’.

 

 

 

 

  1. Gemma Howorth

Navnið er ókent, men føtur hennara eru ikki. Howort er ein tann kendasta modellin fyri føtur og hendur í heiminum. Hon verður m.a. brúkt sum sokallað ‘stand in’ fyri kendar modellir og filmsleikarar sum Kate Moss, Heidi Klum og January Jones, tá ið hendur og føtur teirra ikki eru nøktandi. Sum fótmodell fær Howorth upp til 30.000 kr um dagin. Niðanfyri sæst ein mynd, har føtur hennara eru photoshoppaðir inn ístaðin fyri føturnar hjá Kate Moss.

 

 

 

 

  1. Don LaFontaine

Røddina hjá hesum hevur tú heilt sikkurt hoyrt ofta. Hann er nevnliga røddin handan flestu trailarar, tú sást sum barn. Tilsamans hevur LaFontaine innspælt yvir 5000 trailarar til alskins filmar, tó er tað kanska serliga action filmar, ið rødd hansara verður sett í samband við. LaFontaine doyði í 2008, og við honum doyði eisini eyðkenda byrjanin til trailarar, ið ljóðar: “In a world where…”

 

 

 

 

Sí nøkur av eyðkendu avrikum hansara her.

 

 

Kelda: www.oddee.com

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.