Tíggju tær best umtóktu appirnar

Tíggju tær best umtóktu appirnar
Sosialu miðlarnir hertaka pallin yvir appir, sum flest fólk hava tikið niður á snildtelefonina ella teldilin
30.01.2015 - 11:30

 

Í nýggjari rapport um ársins app-móta hevur greiningarfyritøkan, AppAnnie, gjørt ein topp 10 lista yvir mest downloadaðu appir um allan heimin í 2014.

 

Úrslitið er sett saman av appum, sum eru tiknar niður til iOS og Android frá ávikavist App Store og Google Play, skrivar DR.

 

 

1. Facebook Messenger

í 2014 skilti Facebook messenger-funksjónina frá sjálvari Facebook-appini. Hóast fleiri mótmæltu, so hevur tað kanska verið eitt got hugskot. Facebook Messenger fær fyrsta plássið yvir mest downloadaðu appir í 2014.

 

2. Facebook

Tað var bara Facebook Messenger, ið kláraði at yvirhála ‘klassisku’ Facebook appina.

 

3. Whatsapp

Meira Facebook! Fyritøkan hjá Mark Zuckerg, sum grundlegði Facebook, keypti appina, WhatsApp, fyri meira enn 100 milliardir krónir í 2014. WhatsApp veksur meira og meira hvønn dag og liggur tí á triðja plássinum.

 

4. Instagram

Fyri at undirstrika, hvør ið ræður fyri borgum, setti Facebook seg eisini á fjórða plássið. Hesa ferð við tí sosiala netmiðlinum, Instagram, sum veksur skjótt og er sera væl dámd app millum ung.

 

5. Skype

Skype hevur fleiri enn 10 ár á baki, men enn er tað ikki farið av mótanum at ringja ókeypis umvegis netið. Danskarin, Janus Friis, og svenskarin, Niklas Zennström, mentu upprunaliga Skype. Seinastu árini hevur Microsoft tó átt Skype.

 

6. Clean Master

Einasta appin í topp 10, sum ikki kann brúkast til samskifti, er Clean Master. Appin hjálpir brúkarum at ‘reinsa’ telefonina, um hon er blivin sein, ella um battaríið hevur stutta livitíð. Appin er bara til Android.

 

7. Viber

Skalt tú ringja umvegis netið, men hevur tú ikki Skeype? So brúkar tú ivaleyst Viber. Við appini kanst tú bæði ringja og skriva boð. Japanska fyritøkan, Rakuten, keypti Viber fyri 900 mió. dollarar í 2014.

 

8. Line

Line er eisini ein app, har tú kanst senda boð, myndir og video til tínar vinir. Line er úr Japan og var eisini fyritøkan, sum tjenti mest pengar upp á appir í 2014. Fyritøkan selur eisini spøl og talgild klisturmerki.

 

9. Twitter

Hóast vøksturin var lægri enn væntað í 2014, so er Twitter-appin kortini í topp 10 listanum. Í løtuni roynir Twitter at modernisera miðilin. Tískil koma nýggjar dagføringar, sum innibera privat bólkakjatt, og at tú kanst taka video beinleiðis gjøgnum appina.

 

10. Snapchat

Seinasta appin á listanum er Snapchat. Hóast appin er best umtókt millum ung, so taka fleiri foreldur eisini appina niður – hóast fleiri kanska ikki duga at brúka hana.

Appin er eins og Twitter komin við nýggjum dagføringum, so mann nú kann síggja tíðindi frá útvaldum miðlunum beinleiðis í appini. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.