Hvat, hvar og hví?

Hvat, hvar og hví?
Røddin spyr 23 ára gomlu Christinu Joensen, hvat hon lesur, hvar og hví.
25.02.2015 - 14:15

Hvat lesur tú?

Eg lesi BA of Science í Zoologi, ella djórafrøði, sum tað allarhelst eitur á Føroyskum.

 

Zoologi minnir eitt sindur um lívfrøði, men høvuðsmunurin er, at vit hava nógv fleiri fak, ið snúgva seg um djór, í mun til tey, sum lesa lívfrøði.

 

Eg gangi á mínum triðja ári og verið tí liðug í summar.

 

Hvar lesur tú?

Eg lesi á The University of Leeds í Onglandi. Bæði býurin og universitetið teljast millum tey stórstu í Bretlandi.

 

Hóast Leeds kanska ikki er vakrasti býurin í Onglandi, hevur hann nógv at bjóða lesandi. Her er lívligt og altíð nógv at gera. Eisini liggur býurin rættiliga sentralt í landinum, sum ger, at tað er sera lætt og hampuliga bíligt, at ferðast kring alt Bretland.

 

Gerst mann troyttur av stórbýarlívinum, og tørvar mann eitt sindur av náttúru, so er landslagið rundan um Leeds ótrúliga vakurt; ein sonn ímynd av enskari ‘idyll’.

 

Hví valdi tú just hetta?

Orsøkin, at eg valdi at lesa Zoologi, er, at eg altíð havi havt ein sera stóran áhuga fyri djórum, og hendan útbúgvingin kundi geva mær góðan serkunnleika innan økið.

 

Umframt hetta helt eg, at tað var eitt gott hugskot at taka útbúgvingina á enskum, av tí at enskt er málið, ið verður brúkt altjóðað, tá ið mann fæst við vísindi.

 

University of Leeds er eitt sera væl umtókt universitet og er eisini partur av sokallaðu ‘Russell Group Universities’, ið umboða 24 av mest virðismettu lærustovnunum í Bretlandi.

Lærarirnir á deildini eru góðir og eru eisini allir granskarar, so teir hava ofta góða og praktiska vitan um fakini, sum teir undirvísa í.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.