Smágenta sum superhetja

Smágenta sum superhetja
Les um ungu Rowan Hansen, ið er blivin ein fyrimynd fyri kvinnur kring allan heimin, aftan á hon skrivaði eitt bræv um kvinnuligar superhetjur til DC Comics
27.02.2015 - 00:15

Tá 11 ára gamla Rowan Hansen, ið elskar teknirøðir, skuldi keypa nakrar ‘Justice League’ action-figurar, legði hon merki til, at okkurt ikki ruggaði rætt.

 

Út av teimum tíggju Justice League figurunum, ið mann kundi velja ímillum, vóru einans tvær kvinnuligar hetjur, hóast tann kendi bólkurin, ið er samansettur av alskyns superhetjum úr DC comics heiminum, hevur havt fleiri kvinnuligar limir enn so.
 

Rowan skrivaði tí eitt bræv til DC Comics, har hon fanst at, at tað vóru so fáar kvinnuligar hetjur í teirra teknirøðum, vørum og filmum, og mælti teimum tí til at broyta hetta.

 

“Har eru Superman og Batman filmar, men eingin um Wonder Woman,” skrivar Rowan til kenda seriuforlagið. “Eg elski tykkara teknisøgubøkur, men mær hevði dámað tær nógv betri, um har vóru fleiri gentur við.”

 

DC Comics vóru skjót at svara ungu gentuni og skrivaðu: “Takk fyri Rowan. Vit eru púra samd, og vit arbeiða í løtuni sera nógv fyri at fáa fleiri kvinnuligar superhetjur.”  

 

Eisini fortaldu tey henni, at tey vóru í farin í gongd við at gera ein Wonderwoman Film og eina Supergirl sjónvarpsseriu. Tað besta av øllum var, at tey sendu henni eina vakra tekning, har ið hon sjálv var avmyndað sum ein superhetja.


Unga Rowan er síðani blivin víðagitin og fagnað sum ein sonn superhetja og fyrimynd fyri altjóða kvinnurørsluna.

 

Sí myndina, ið DC sendi til Rowan Hansen, niðanfyri.



 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.