Björk mótmælir stroyming

Björk mótmælir stroyming
Songkvinnan staðfestir, at stroymingtænastur ikki fáa atgongd til nýggju fløgu hennara
02.03.2015 - 10:15

Kenda íslendska songkvinnan, Björk, hevur fyri stuttum kunngjørt, at sokallaðar ‘stroymingtænastur’, sum t.d Spotify, ikki fara at hava atgongd til nýggju fløguna 'Vulnicura'.

 

Hóast hetta allarhelst er nakað, ið nógv fara at ilskast um, so sigur songkvinnan, at hon metir seg hava góða orsøk til ikki at leggja tónleikin hjá sær inn á slíkar tænastur.

 

Í eini samrøðu við blaðið, Fast Company, sigur Bjørk: “Tað er púra ørt. At arbeiða upp á nakað í tvey ella trý ár og so geva tað burtur ókeypis. Hetta snýr seg ikki um pening, men um virðing; virðing fyri handverkinum og orkuni, tú leggur í tað.”

 

Björk telist nú millum mong kend nøvn, m.o. Thom Yorke, Garth Brookes og Taylor Swift, ið hava tikið seg undan stroymingtænastum, fyri at mótmæla lága endurgjaldinum, ið tónleikarar fáa fyri at loyva okkum at hava atongd til tónleik teirra á stroymingtænastum.

 

“Kanska Netflix er ein góð royndarmynd. Tú fert í biograf, og eitt sindur seinni gerst filmurin tøkur á Netflix. Kanska er tað tann vegin, ið vit skulu fara viðvíkjandi stroyming. Fysiska útgávan av fløguni kemur fyrst, og síðani kanst tú stroyma tónleikin eitt sindur seinni,” sigur songkvinnan.

 

Nýggja fløgan, ‘Vulnicura’, ið hevur fingið serstakliga góð ummæli frá m.a GAFFA, fæst til keyps á iTunes fyri 69kr og í fysiskum eintaki fyri 100kr á heimasíðuni hjá songkvinnuni.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.