LeikREAD í Sjónleikarahúsinum
Komandi vikuskiftið verður LeikREAD festivalurin í Sjónleikarahúsinum í Havn
26.03.2015 - 08:45

LeikREAD festivalurin er ein partur av Nordic Dramatrain, sum er eitt úrval av nýskrivaðum leikritum, eitt úr hvørjum norðurlandi.

 

Festivalurin gongur út uppá, at nøkur leikrit verða vald annaðhvørt ár, verða síðani týdd til øll norðurlendsku málini og at enda framførd sum pallsettar lesingar. 

 

Ein pallsett lesing er sjónleikur við avmarkaðum pallsmíði og búnum. Leikarirnir, sum lesa handritini antin sita, standa still ella røra seg, men lesingin sjálv er framførslan.  

 

Í døgunum 27. og 28. mars verður møgugleiki at uppliva umleið 60 leiklistafólk, bæði føroysk og úr hinum Norðurlondunum, gera pallsettar lesingar av leikritunum.

 

Tey seks leikritini í ár eru hesi:

 

Rithøvundarnir

eftir Alejandro Leiva Wenger (SE)

Gunnar Hoydal týddi.

 

UMsorg

Eftir Torkil Goksøyr & Camilla Martens (NO)

Ria Tórgarð týddi.

 

Sek

Eftir Hrafnhildur Hagalín (IS)

Pauli Nielsen týddi.

 

Sangir við gráa havsins strendur

Eftir Pipsa Lonka (FI)

Hans Tórgarð týddi.

 

Sár á sál

Eftir Kristinu Sundar Hansen (FO)

 

Allir dreymar mínir verða veruleiki

Eftir Christian Lollike (DK)

Jonhard Mikkelsen týddi.

 

Meira kunning um tiltakið og skránna er á heimasíðuni hjá Leikarafelag Føroya.

 
 

 

 

Tónleikur er ein roynd at skapa kosmos í kaos Dagligdagurin kann vera kaotiskur. Onkuntíð kann tað vera ringt at finna meiningina við tilveruni. Tá vendir Lea seg til tónleikin
Kom við Røddini á P40 "List virkar sum ein distraktión, ið gevur eygunum okkurt at tyggja á"
Tí er ítróttur týdningarmikil fyri teg 7 fyrimunir fyri tína sálarligu heilsu, ið koma av at vera kropsliga aktivur
Hvussu ávirka sosialir miðlar okkara sálarligu heilsu? Les um, hví sosialir miðlar eru vandamiklir fyri okkara sálarligu heilsu
Ein ósjónlig sjúka: Tunglyndi Vit hoyra ofta orðið ‘Tunglyndi’, ella á enskum, ‘depression’, men hvat merkir tað?