- Tíðindi, mentan og ítróttur
Röddin hesa vikuna
Hesa vikuna kundi tú lesa ummæli av bókini Harðveðurs Hæddum, ið fyri stuttum er blivin umsett og útgivin av nýggjum. Les ummælið hjá Katrini Dahl Hanusson her.
Taggið "#FreeTheNipple" hevur verið nógv at sæð á Instagram og øðrum sosialum miðlum hesa vikuna. Átakið byrjaði í Íslandi, har kvinnur leggja myndir av sær sjálvum við berari bringu út á netið.
Hetta hava tær gjørt fyri at varpa ljós á dupultmoralin um, at kvinnuligu bróstini fyrst og fremst verða sædd sum ‘sexobjekt’, ið skulu forbjóðast á sosialum miðlum og í tí almenna.
25. mars var móðurmálsdagur. Les greinina "Móðurmálið - kennir tú søguna?" og fá skil á móðurmálsstríðnum.
Les eitt av mongu "Vís mær títt lestrarlív" greinunum, sum hava verið á Röddini hesa vikuna, her. Her kanst tú síggja myndir frá lestrarlívinum hjá Barbaru Í Billustovu, sum lesur í Keypmannahavn.
Röddin hevur tosað við tveir luttakarar í Paradise Hotel í samband við, at tey koma til Føroya. Les greinina her.
RöddinLive
Hesa ferð tosa vit millum annað við Lávus Kárason Djurhuus, sum herfyri er blivin stjóri og eigari í Tatanka. Eisini tosa vit við Monu Breckmann, sum hevur sína egnu fyritøku ístaðin fyri at fara undir vongin hjá onkrum øðrum. Lurta eftir sendingini her.
Myndarøð
Vit hava verið í Reinsarínum, har Skansabigbandið spældi, og tikið myndir. Tjekka myndirnar út her.
Góðan lesihug!
Sissal bloggar: #2. partur | Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Sissal bloggar: #1. partur | Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum | |
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 | Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018 | |
Sigarettirnar eru skiftar út við snús | Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av... | |
Jólakalendarin: tiltøk í desember | Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan. |