Sangir til regndagar

Sangir til regndagar
Átta ymsir sangir til átta ymsar typur, sum gera rotnar regndagar lættari at koma ígjøgnum
30.03.2015 - 20:45

 

 

Til hipstaran

'Into Each Life Some Rain Must Fall' hjá Ella Fitzgerald og The Ink Spots er perfekti regnsangurin til tín, sum gjarna vilt hugtaka tíni alt ov kulu vinfólk við einum sangi, sum tey ikki kenna og tí sjálvandi dyrka.

 

 

 

Til tann alternativa

'Rain Dogs' hjá Tom Waits er til tín, sum hatar regn og vilt gloyma dagin og teg sjálvan burtur í syraðum ljóðum.

 

 

 

 

Til tann fitta

'Have You Ever Seen the Rain' hjá Credence Clearwater Revival er til tín, sum, tá saman um kemur, heldur at regn er heilt ókay og bara vilt hoyra ein góðan sang.

 

 

 

Til tann svartskygda

'Why Does it Always Rain on Me' hjá Travis er til tín, sum altíð heldur, at tað regnar mest, tá tú fert út um hurðina. Alt sokkar, tá tað regnar, og Travis siga tað júst, sum tað er.

 

 

 

Til romantikaran

'Blue Eyes Crying in the Rain' hjá Willie Nelson er júst tann rætti sangurin til tín, sum fær hug at tendra stearinljós og klemma tína betru helvt, tá tað regnar.

 

 

 

Til tann popputta
'Umbrella' hjá Rihanna er til tín, sum aldrin missir mótið, men enn vil út at spæla lekkur, sjálvt tá tað regnar.

 

 

 

Til tann svaka

'Rainmaker' hjá Iron Maiden er sangurin til tín, sum stendur mitt í storminum og skrálar banniorð eftir regninum.

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.