RøddinLive: Skal rúsdrekka út í handlarnar ella ikki?

Savnsmynd
RøddinLive: Skal rúsdrekka út í handlarnar ella ikki?
Eigur rúsdrekka at verða selt úti í handlunum? Hetta evnið fer RøddinLive at viðgera fríggjakvøldið kl. 19.00
08.04.2015 - 17:30

Júst hetta kjakið er hitnað seinastu tíðina. Her fyri skrivaði Framsókn uppskot um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka. Í RøddinLive fríggjakvøldið kjakast vit um evnið.

 

Fríggjakvøldið kl. 19.00 fer RøddinLive aftur í luftina. Hesa ferð er evnið "Søla av rúsdrekka".

 

Vit práta við Pál Weihe, professari á Setrinum, um fyrimunir og vansar við at selja rúsdrekka í handlunum. Harafturat koma Framsøkin Ung og Ung fyri Miðflokkin kjakast.

 

Vit vilja tó fegin hoyra tína meining. Í samband við sendingina verður ein kanning gjørd av Spyr.fo. Um tit ynskja at luttaka í kanningini, kunnu tit melda tykkum til á spyr.fo, um tit ikki longu eru skrásett.

 

Melda teg til á Spyr.fo

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.