65 ára gomul væntar fýrlingar

Annegret Raunigk
65 ára gomul væntar fýrlingar
65 ára gamla Annegret Raunigk er við barn og væntar fýrlingar, hon verður sostatt tann elsta nakrantíð at føða fýra børn samstundis
12.04.2015 - 18:15

Summarið hjá týsku Annegret Raunigk sær út til at gerast meira strævið enn undanfarnu summur. Sjálvt um hon er 65 ára gomul, so hevur hon eitt fjall av blæum at síggja fram til komandi summar.

 

Í eini samrøðu við týsku sjónvarpstøðina RTL greiðir hon frá, at henni væntar fýrlingar, og at hon er komin 21 vikur.

 

Hevur 13 børn frammanundan

Men sigast kann, at hon er roynd á økinum. Hon hevur nevniliga 13 børn frammanundan, so nú kann hon gleða seg til nummar 14, 15, 16 og 17.

Seinast, hon var við barn, var í 2005, tá ið lítla Leila bleiv fødd.

 

Annegret Raunigk hevur greitt RTL frá, at hon vildi fegin fáa eitt barn afturat, soleiðis at yngsta dótturin kundi sleppa at fáa eina lítlasystur ella ein lítlabeiggja.

 

Hon bleiv kunstiga gitin, men væntaði als ikki at gerast við barn og so als ikki at fáa heili fýra børn. Men hon sigur samstundis, at hon ikki hevur havt abort í tonkunum.

 

Elsta kvinnan, ið nakrantíð hevur føtt, er indiska Omkari Panwa. Hon var eftir øllum at døma 70 ára gomul, tá ið hon føddi.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.