Starvsvenjing í Kringvarpinum

Starvsvenjing í Kringvarpinum
Klokkan slær sjey og vekjarin ringir. Teir vanligu, keðiligu vekjaratónarnir skurra í oyrunum – eg orki ikki upp
16.04.2015 - 14:00

Skrivað hevur: Diana Mouritsen, starvsnæmingur í Kringvarpinum. Diana er 17 ára gomul, úr Hvalvík, og gongur á NámX í Eysturskúlanum í Tórshavn.

 

Í løtuni rópar dýnan harðari enn dagurin, sum stendur fryi framman. Knappliga slær tað meg, hvat tað er, ið eg skal í dag.

 

Sólin skínur inn í gjøgnum vindeyga. Hon skínur so vakurt upp á veggin. Tað er ongin betur máti at vakna upp á. Eg fari upp og inn í køkin at gera mær morgunmat og smyrja matpakkan. Sólin skínur oman og niðan. Nú eri eg vís í, at várið veruliga er komið!

 

Eg finni tí brúnu, lítlu taskuna fram og koyri matpakkan í. Eg gangi út í gongina, lati meg í tann svarta jakkan, tí bláu húgvuna og teir brúnu stylvarnar, sum eg keypti í Danmark í summar. Síðani koyri eg fartelefonina í jakkalumman, og fari út í bilin har mamma, babba og beiggji bíða mær. 

 

So fara vit avstað. Tað tekur eini 30 min. at koyra. ”Góðan Morgun Føroyar” er í útvarpinum. Mínir tankar flúgva alla aðrastaðni enn har, orðini hjá vertunum koma frá. Eg hugsi um dagin, sum stendur fyri framman, og man tað veruliga vera so áhugavert, sum eg ímyndi mær?

 

 

Kringvarpið

Nú síggi eg tað! Tað stóra hvíta húsið við tí reyða búmerkinum, sum eg so ofta havi koyrt framvið og ynskt, at eg var hinumegin veggirnar. Eg komi at hugsa um, tá eg og familjan vóru rundsýning har, tá tað var Mentunarnátt. Tað var sera stuttligt at síggja, hvussu alt veruliga sá út.

 

Mamma setur meg av uttanfyri. Eg gangi nøkur skjót fet -  tað kann jú ikki ganga ov skjótt. Eg lati hurðina upp, og traðki inn í eina stóra høll. Har er vítt til veggja, og onkursvegna kennist tað sum, at her inni kann hugflogið fara á flog og, at møguleikar eru allastaðni.

 

Eg gangi upp í gjøgnum tær stóru gráu trappurnar. Komin upp á vendi eg til vinstru. Eg veit ikki heilt, hvat eg skal siga. Eg royni at hugsa meg væl um, men finni ikki loysnina fyrrenn eg standi frammanfyri vindeyganum í vegginum.

 

Innanfyri situr ein vinarlig myrkhærd kona. ”Eg eiti Diana, og eg eri komin í starvsvenjing”, sigi eg heldur smæðin. Konan vísir mær, hvar eg skal fara. Eg hugsi um, hvussu býtt eg var, tá eg royndi at hugsa meg so væl um viðvíkjandi tí, sum eg skuldi siga.

 

Eg fái pláss inni hjá Degi&Viku. Síðani fái eg eina rundsýning runt á stovninum. Enduliga fái eg sett andlit á røddir, sum eg havi hoyrt nærum alt mítt lív. Tá eg havi sæð alt, seti eg meg á ein stól og veit, at dagurin fyri framm verður spennandi! 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.