Nýggjur forfilmur til Star Wars

Nýggjur forfilmur til Star Wars
Her ber til at síggja nýggja forfilmin til nýggja Star Wars filmin, 'Star Wars: The Force Awakens', sum kemur út um jóltíðir
17.04.2015 - 14:00

Lucasfilms hevur útgivið nýggjan forfilm til Star Wars: The Force Awakens,  og fjepparar av filmsseriuni gleða seg nú meira enn nakrantíð fyrr.

 

Forfilmurin inniheldur nevnliga fleiri sokallað 'Easter Eggs', sum eru beinleiðis tilsipingar til, hvat filmurin fer at snúgva seg um, og hvat vit kunnu vænta at síggja.

 

Millum annað sæst knústi hjálmurin hjá kenda skálkinum Darth Vader, og ein robot-hond, ið fjepparar halda er tann hjá Luke Skywalker, høvuspersónurin í fyrstu trilogiini. Eisini hitta vit nakrar væl eldri útgávur av væl umtóktu leiklutunum Han Solo og Chewbacca, sum hava frøtt mangar fjepparar av kendu røðini.

 

Nýggjasti filmurin í røðini hevur heimsfrumsýning í desembur, og mugu fjepparar tí bíða eitt sindur enn.
 

Sí áhugaverda forfilminin niðanfyri:

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.