Heimurin í myndum: Sony World Photography Awards 2015

Heimurin í myndum: Sony World Photography Awards 2015
Síggj bergtakandi myndirnar, ið vunnu á ársins Sony World Photography Awards
26.04.2015 - 16:00

Ársins fotografur: John Moore, USA

Í fjør summar var John Moore í Monrovia í Liberia, sum bleiv smittutmiðdepilin í vesturafrikansku ebola farsóttini, ið var tann ringasta í søguni. Moore dokumenteraði søguna við myndatóli sínum, og úrslitið er ógloymandi.

 

Omu Fahnbulleh stendur yvir manni sínum, Ibrahim, sum doyði av ebola. 

 

Eitt starvsfólk hjá Læknum uttan Landamørk heldur í einum barni, sum møguliga hevur smittuna.

 

Ein kvinna roynir at grulva fram til líkið av systur hennara, ið doyði av ebola.

 

Ársins fotografur úr leysu flokkingini: Armin Appel, Týskland

 

"Eg tók myndina, meðan eg paraglide'aði uppi yvir Raumliches Bildungszentrum í Biberach an der Riss. Tað var tíðliga á morgni, tað hevði regnað alla náttina, og tað vóru tí júst tær røttu umstøðurnar at fáa eina vakra kontrastmynd." 

 

Ársins fotografur úr næmingaflokkingini: Svetlana Blagodareva, Russland

Svetlana hevur skapað eina myrka og rørandi myndarøð, ið vísir okkum lívið hjá teimum, sum búgva í útjaðaranum av Skt. Pætursborg.

 

 

Ársins ungi fotografur: Yong Lin Tan, Malaysia

 

"Hetta er bakgøtan uttan fyri húsini hjá ommu míni í Alo Setar, Kedah, Malaysia. Eg tók myndina undir kinesiska nýggjárinum, tá himmalin var klárur og fullur av stjørnum."

 

Vinnarar úr serkønu flokkingunum

 

List og mentan: Aristide Economopolous, USA

Ein ung kvinna 'tweetar', meðan hon er í skúlaveitslu. Fyri nógv ung eru sosialir miðlar blivnir ein stórur partur av teirra lívið og, hvussu tey mynda seg sjálv.

 

Ferðasøga: Bernard Lang, USA

 

Litríku sólskjólini skapa eitt vakur geometriskt mynstur, ið stendur í kontrast við bleyta sandin og havið.

 

Arkitektur: Cosmin Bumbutz, Rumenia

Tá Rumenia gjørdist patur av EU í 2007, bleiv fongsulsskipanin umskapað. Tann størsta broytingin var, at mann nú fekk lov til at fáa vitjan av sínum kæru. Hetta merkti eisini, at fangar við unnustum fingu rættindi til eitt privat kamar í fongslinum í tveir tímar triðja hvønn mánaða, har teir kundu vera saman við unnustum sínum.

 

Kyrrlutamyndlist: Donald Weber, Kanada

Molotov cocktails hava leingi verið fasta vápnið hjá Euromaidan mótmælisfólkum í Kiev, Ukraina. Fyri at seta eld á stríðsvognar, vápnaðar bilar og bussar, brúktu samlaðu mótmælisfólkini í Kiev túsindtals glasfløskur, sum tey brúktu til at gera molotov cocktails.

 

Menniskju: Giovanni Troilo, Italia

Phillippe brúkar størsta partin av degnum í vakra húsi sínum, sum liggur í einum av farligastu grannaløgunum í Charleroi, Belgia. Røðin hjá Troilo 'The Dark Heart of Europe' vísir, hvussu postindustrialisman hevur framprovokerað ein sosialan ótta í borgarum í Evropa.

 

Núverandi viðurskifti: John Moore, USA

Reyði Krossur sóttreinsar líkið av eini kvinnu, ið tey halda er deyð av ebola.

 

Lívsstílur: Li Fan, Kina

Myndirnar hjá Li Fan loyva okkum at kaga inn í lívið hjá Yi fólkinum, sum býr í stóru Liangshan fjøllunum í Kina.

 

Ítrottur: Riccardo Bononi, Italia

Hvønn sunnudag savnast kvinnuligir bøndur úr einum av fátækastu grannalagunum í La Paz rundan um ein ring, har ið tær berjast í tjóðarbúnum.

 

Livandi mynd: Ruben Salgado Escudero, Spania

Mg Ko, ein 20 ára gamal Shan bóndi, stendur saman við kúgv síni í Lui Pan Son, Myanmar.

 

Hugtaksmynd: Rahul Talukder, Bangladesh

20 apríl, 2013, hendi mest álvarsligi klædna-verksmiðju vanlukkkutilburðurin í søguni. Rana Plaz, ein verksmiðja við átta hæddum í Bangladesh, sakk saman. 1100 fólk doyðu, og yvir 2500 fólk vóru særd. Meðan mann enn leitar eftir líkunum hjá teimum deyðu, fyllast veggir í býnum við myndum av teimum horvnu. Myndirnar gerast vátar av regninum og rukkutar av sólini. Tær hyggja eftir tær og mær og teska: "Eg var einaferð onkur, gloym meg ikki."

 

Núverandi trupulleikar: Scott Typaldos, Sveis

Scott hevur framleitt eina sera persónliga dokumentar verkætlan, ið snýr seg um sálarliga sjúku.

 

Átak: Sebastian Gil Miranda, Frakland

Myndin bleiv tikin í sambandi við sosiala átakið, Uniendo Caminos, í einum av mest vandamiklu økjunum í Buenos Aires.

 

 

Landslag: Simon Norfolk, Bretland

Kortleggan við eldi, ið vísir, hvussu nógv Lewis, skriðjøkulin á Mount Kenya, er smeltaður. Eldurin vísir staðið, har ið skriðjøkulin var staddur í 1963.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.