Jared Leto sum the Joker

Jared Leto sum the Joker
Leikstjórin av anti-hetju filminum, 'Suicide Squad', hevur lagt eina mynd út av Jared Leto í leiklutinum sum the Joker
26.04.2015 - 18:00

Fríggjadagin vóru heili 75 ár síðani eyðkendi skálkurin, the Joker, fyrstu ferð upptraðkaði í eini teknirøð. Í tí sambandi legði leikstjórin av komandi anti-hetju filminum Suicide Squad, David Ayer, eina mynd út av Jared Leto í leiklutinum sum the Joker.

 

 

Reaktiónirnar hjá fjepparum av eyðkenda skálkinum hava verið kloyvdar. Summi elska nýggju útgávuna, onnur hata hana.

 

Reaktiónirnar minna sostatt um tær, sum fjepparar høvdu, tá fyrsta myndin av Heath Ledger, sála, í leiklutinum sum the Joker í The Dark Knight bleiv útgivin.

 

Ledger hevði ikki smílandi, svaka eyðkennið hjá fyrrverandi Joke'aranum, Jack Nicholson, og fjepparar ørkymlaðust. 

 

Fyrsta myndin av Heath Ledger sum the Joker.

Jack Nicholson í leiklutinum sum the Joker.

 

Tá The Dark Knight bleiv vístur í biografunum, blivu flestu skeptikarar umvendir, og Ledger fór í søguna sum mest væl umtóki Joke'arin.

 

Vit verða tó noydd at bíða til næsta ár, tá Suicide Squad verður frumsýndur, áðrenn vit vita, um sama gerst galdandi fyri leiklutin hjá Leto.

 

Hvat heldur tú um fyrstu myndina av Leto sum the Joker?

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.