Egin mynd
- Eg eri eingin Carl Jóhan Jensen, eg royni at skriva til fjøldina
Yngsti løgtingslimurin Hanus Samró hevur herfyri aftur givið bók út. Hetta er fjóðra bókin, hann gevur út. Bókin hesa ferð ber heitið "Stríðið um fiskimarkið"
02.05.2015 - 12:30

Tey flestu kenna Hanus Samró sum løgtingslim fyri Fólkaflokkin og fyri at reka fyritøkuna Ó. Umframt hesum dámar Hanusi eisin at skriva, har hann hevur givið fýra bøkur út. 

 

Hanus Samró hevur ikki altíð fingist við at skriva. Sum smádrongur var hann ein íðin ítróttadrongur, sum íðkaði fótbólt í síni frítíð. Tó vildi lagnan tað øðrvísi. Hanus var 15 ára gamal, tá hann fekk staðfest vøddasvinn. 

 

- Eg var noyddur at gevast við øllum ítrótti, tí vøddarnir hvurvu – teir hvørva enn! Tá eg gjørdist varugur við, hvussu álvarsligt tað var, varð eg noyddur at finna okkurt ístaðin. Okkurt, ið eg kundi. Áræðið kemur tískil frá vøddasvinninum!

 

 

- Lurti altíð eftir Eminem, tá eg skrivi

Hanus gav fyri stuttum bókina "Stríðið um fiskimarkið" út. Hon er heldur øðrvísi enn hinar bøkurnar, ið bert byggja á hugflog Hanusar. Sambært Hanusi er hetta ein søgubók, ið byggir upp á keldur. Bókin er ein lýsing av fiskimarksspurninginum, ið tók seg upp fyrst í 1950-árunum.

 

Hóast starvið sum politikkari fer við nógvari tíð og orku, raðfestir Hanus skrivingina høgt. Tað er eisini ymiskt, hvussu nógva tíð Hanus brúkar at skriva bøkur. “Ein dagføring” tók seks til sjey vikur, meðan “Tey bæði” tók út við tvey ár.

 

- Eg íðki ongan ítrótt. Renni ikki. Gangi ikki í fitness. Spæli ikki teldu. Havi ikki internet við hús. Havi eingin børn. Tað eru nógv, ið brúka tíðina upp á tað. Men eg fái ikki. Ístaðin brúki eg frítíðina (eisini vikuskiftini) upp á lesing og skriving.

 

Hanus hevur eina fasta mannagongd, tá hann skrivar bøkur. Hann fer tíðliga upp, etur góðan morgunmat og drekkur ein kopp av kaffi, áðrenn hann setur seg at lesa í tveir til tríggjar tímar, har hann altíð lurtar eftir Eminem afturvið.

 

Soleiðis komi eg í rætta huglag. Fyrr skrivaði eg, til eg ikki orkaði meira, men nú royni eg at avmarka meg. Eg skrivi ikki meira enn 2.500 til 3.000 orð um dagin. Kann skriva 5.000 orð, men so eri eg eisini ferdigur dagin eftir. Tað er ov ineffektivt.

 

 

Politiska lívið sum íblástur

Umframt at fáa íblástur úr gerandislívinum, býtúrum og festivalum gevur politiska lívið eisini stóran íblástur til skrivingina. Eitt nú var Hans Jensen skrivað í juni/juli 2013, ið var beint eftir løgtingið viðgjørdi, hvørt makrelur og sild skuldu seljast á uppboðssølu ella ikki. Harafturat var Hanus og vitjaði mammu sína, sum býr í Dubai, sum eisini gav íblástur.

 

- Mamma búði á einum fínum hotelli, har ríkir arabarar og eysturevropearar hildu til. Ein partur av kjakinum um uppboðssølu snúði seg um, hvørt útlendingar fóru avstað við tilfeinginum ella ikki. So eg setti tvey og tvey saman. Uppboðssøla og ríku eysturevropeararnir í Dubai. Hvat hevði hent, um so var, at Føroyar seldu fiskiloyvini á uppboðssølu? Hvussu uppboðssølan kundi skipast? Og hvussu fiskiloyvini kundu keypast? Tað er tað, sum “Hans Jensen” snýr seg um.

 

Hanus skrivar eisini bøkur, ið ikki bert byggja á politikk. Ein dagføring viðger ungdómslívið, har hann tekur nógv føroysk eyðkenni við, sum eitt nú G! Festivalin. Tó er bókin ikki ein endi av allari søguni. Hanus ætlar nevnliga at geva eitt framhald av bókini út.

 

Les ummæli hjá Røddini um "Ein dagføring" her

 

- Eg fái ikki avdúka hendingarnar, tí eg eri ikki liðugur við seinnu bókina. “Ein dagføring,” ið kom út í november 2014, er fyrsta bind av tveimum ella trimum bókum. Tí fái eg ikki avdúka hendingarnar, tí so oyðileggi eg søguna um Benjamin Smith, høvuðspersónin í “Ein dagføring”.

 

 

- Eg eri eingin Carl Jóhan Jensen, eg royni at skriva til fjøldina

Hanus Samró metir seg sjálvan sum samtíðar rithøvund, av tí at flestu skaldsøgurnar snúgva seg um evnir, ið eru uppi í tíðini her og nú.

 

- Eg royni at skriva skaldsøgur, ið eru lættar at lesa. Eg eri eingin Carl Jóhan Jensen (einki ringt um Carlie. Hann er í einum klassa fyri seg). Eg royni at skriva til fjøldina. Einki hokus pokus. Tað skal ikki vera torført, men lætt skiljandi.

 

 

Ov fáar ungdómsskaldsøgur, ið taka støði í føroyska ungdóminum

Hanus heldur, at tað koma alt ov fáar ungdómsskaldsøgur út, ið taka støði í føroyska ungdóminum. Tískil skrivaði Hanus bøkurnar “Tey bæði” og “Ein dagføring” til eittans endamál: Ungdómurin fyri eygað.

 

- Tað verður mangan ført fram, at føroyski ungdómurin tímir ikki at lesa. Tað trýr tað pokker. Meginparturin av føroysku skaldsøgunum snúgva seg ikki um samtíðina. Tær snúgva seg um onnur ting.

 

Hanus er júst liðugur við fjórðu og helst ikki seinastu bókina, tí Hanus tykist ágrýtin enn.

- Eg fari fyrst og fremst at njóta nýggju bókina “Stríðið um fiskimarkið” saman við familjuni, men um alt gongur eftir ætlan, verður hetta fyrsta av tveimum ella trimum bókum, ið koma út í ár. Livst so spyrst, sigur Hanus at enda.

 

 

 

Skaldsøgurnar hjá Hanusi Samró:

 

 

Tey bæði – trúfesti og fullkomin friður

“Tey bæði – trúfesti og fullkomin friður” er ein ungdómsskaldsøga, ið byggir á gerandisdagin hjá Bjarta og Vár. Søgan snýr seg um tey bæði. Hvussu tey finna saman. Hvussu tað er at flyta úr Sandoynni til Havnar, har trygga grundarlagið verður rykt upp við rót, fyri síðan at royna seg í studentaskúlanum í Hoydølum. Har forelskilsi og sjalusi verður vavt hvørt um annað. Um freistingarnar. Býarlívið. Um nógvu avbjóðingarnar. Men lívið er ikki lætt. Vár verður diagnoserað við sjáldsamari sjúku. Hon verður veikari og veikari. Kann ikki tað, sum vinfólkini kunnu. Hvussu ávirkast parlagið? Hvat sigur Bjarti? Hvussu koma tey gjøgnum avbjóðingarnar? Ella gera tey tað? Harafturat viðger bókin eina ørgrynnu av evnum, ið eru uppi í tíðini. Harímillum spurningin um aktiva deyðshjálp

 

 

 

 

Hans Jensen

“Hans Jensen” er ein politisk spenningssøga, ið millum annað viðger uppboðssøluna av sild og makreli, handilsstongsulin hjá ES og avbjóðingina við fólkavøkstri og fólkatilflyting. Hvat hevði hent, um so var, at Føroyar seldu fiskiloyvini á uppboðssølu? Hvussu kann uppboðssølan skipast? Hvussu verða fiskiloyvini keypt og seld? Tað er tað, sum “Hans Jensen” snýr seg um. Hvussu Hans Jensen manipulerar við løgtinginum og landsstýriskvinnuni í fiskivinnumálum. Hann hevur fjalda ætlan við uppboðssøluni. Akkurát sum Frank Underwood í House of Cards. “Hans Jensen” er ein blanding av House of Cards (Frank Underwood), The Wallstreet (Gordon Gekko) og Fifty Shades of Grey (Christian Grey). Tað er í gjøgnum eyguni á vinnulívsmanninum, Hans Jensen, at avbjóðingarnar verða viðgjørdar.

 

 

Ein dagføring

“Ein dagføring” er ein ungdómsskaldsøga, ið varpar ljós á alsamt størri nýtslu á Facebook. Høvuðspersónurin Benjamin Smith er júst liðugur við annað árið í Hoydølum, og tað ætlar hann at feira í summarsteðginum. Tað trýtur ikki við møguleikum, tí Benjamin og floksfelagarnir fara bæði til “Voxbotn” og á “G!”

Trupulleikin er bara tann, at nú er ikki longur møguligt at gera nakað býtt, tí stórur vandi er fyri, at tú verður avmyndaður og lagdur út á Facebook.

Tað má Benjamin ásanna.

 

 

Stríðið um fiskimarkið

Bók, ið byggir á keldur. “Stríðið um fiskimarkið” er ein lýsing av fiskimarksspurninginum, ið tók seg upp fyrst í 1950-árunum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.