Soleiðis tekur tú eina rætta sjálvsmynd

Soleiðis tekur tú eina rætta sjálvsmynd
Her eru nøkur góð ráð, hvussu tú nýtir kameratólið í telefonini rætt
12.05.2015 - 13:15

Skrivað hevur: Diana Mouritsen

 

Ert tú ein av teimum, sum dámar væl at taka sjálvsmynd ella eina sokallaða ”Selfie”? Verður tú ofta fangað í at taka eina ella báðar tvær? So ert tú kanska áhugað í at vita, hvussu dreingirnir halda, at ein rættilig sjálvsmynd eigur at síggja út. 

 

Danski gentuungdómsportalurin viunge.dk hevur spurt nakrar dreingir, hvussu teir halda, at ein rættilig sjálvsmynd eigur síggja út. Tey leggja dent á, at tað ikki eru allir dreingir, ið halda tað sama, og tí eru svarini bert vegleiðandi.  

 

Smílið hevur týdning
Tað undrar tað teg nokk ikki, at dreingjum dámar best myndir av smílandi gentum. 
- Eitt lítið smíl skaðar ikki.
- Persónliga haldi eg, at ein góð sjálvsmynd skal innibera eitt fitt smíl, sum strálar av gleði og eini vøkur og rúnabundin eygu, sum gera, at ein følir seg tryggan við viðkomandi. 

 

Gott ljós
Ljósið hevur stóran týdning. Er tað ov ljóst, kemur tú skjótt til at síggja bleik út. Um tað hinvegin er ov myrkt sæst tú ikki. Dreingjunum dámar best, tá teir kunnu síggja teg júst soleiðis, sum tú eigur at vera. 
- Ljósið skal vera í lagi, so mann kann síggja, hvussu andlitsbragdið á viðkomandi er.

 

Alt andlitið, takk
Tað at taka eina sjálvsmynd har bert helmingurin, ella minni, av andlitinum er uppi á er væl umtókt í løtuni. Men hetta fellur ikki í so góða jørð hjá øllum dreingjum. 
- Tað hevur eisini týdning, at mann sær alt andlitið. Á tann hátt kennir mann seg tættari at persóninum, enn um mann bert sá helmingin av andlitinum. 
- At mann sær alt andlitið! Tað finst onki verri enn ein svørt/hvít mynd, har mann bert sær tvey hár og eitt eyga!

 

Fjákalótir eru stuttligar 
Dreingirnir halda, at tað er av stórum týdningi, at mann sær á myndunum, at genturnar hava tað stuttligt og, at tær ikki taka seg sjálvar ov seriøst.  
- Tað hevur eisini týdning, at mann hevur tað stuttligt, og at tað sæst aftur í myndini.

 

Ver tú sjálv
Tað, sum hevur størstan týdning, er tað, at tú ert tú og ikki nakar annar! 
- Tað ræður um, at tú vísir teg sjálva á myndini  
- Ver tú sjálv, tí at øll onnur eru upptikin! 
Tað vil siga, at tú skalt ikki nýta meira sminku enn tú ert von við, ella gera teg til ein heilt annan persón – í øllum førum ikki um dreingirnir ráða. 

 

Alt við máta
Og minst til at hóast sjálvsmyndir eru stuttligar, og tú elskar tær, so eru tær ikki so áhugaverdar, um tú leggur ov nógvar á teir sosialu miðlarnar. Júst sum við øllum øðrum snýr tað seg um at finna eina javnvág. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.