- Tattoveringar eru ikki bara fyri hipstarar við langum skeggi, hatti og piercingum

- Tattoveringar eru ikki bara fyri hipstarar við langum skeggi, hatti og piercingum
Heimskend nøvn samlast í heimsins nalva. Sjónleikarhúsið er karmur um FO Tatt Fest um vikuskiftið
23.05.2015 - 11:15

- Bei, mamma. Eg fari líka oman í Sjónleikarhúsið, tí har er ein tattoveringsfestivalur.

- Ha???? Tú fert ikki at fáa tær eina tattovering!!!!

 

Tað var líka við, at mamma datt uppeftir, tá eg segði henni míni ørindir. Tað var nú heldur ikki ætlanin at fara oman í Sjónleikarhúsið at fáa mær eina tattovering, men tá ið mamma sigur nei, so er tað kortini freistandi at fáa mær eina tattovering – bara fyri at drilla hana.

 

 

Eg fari kortini eitt sindur skeptisk oman í Sjónleikarhúsið. Hetta er ikki akkurát tað, ið eg eri von við. Vanliga fari eg til fyrilestrar, framløgur og annað tílíkt, ið mong munnu kalla "turt". Eg skal ikki lúgva. Eg eri nokkso skeptisk fyri fólki við tattoveringum, langum skeggi og hattum. Ja, tey sum vanliga verða kallað hipstarar.

 

Dómarapanelið, sum valdi tattoveringina "best of day"

 

Tað er kortini ikki so heilt ringt, sum eg annars hevði ímyndað mær. Trettan tattovørar og ein, ið ger piercingar og permanenta make-up, sita við hvør sínum bási runt Sjónleikarhúsið. Sum óvitandi tattovøridiot hevði eg bara roknað við, at mestsum bara menn vóru tattovørar. Men javnstøðan innan tattovørbransjuna er kortini frægari enn javnstøðan á Føroya løgtingi. Her eru heilar fimm kvinnur og átta menn!

 

Málini millum tattovørarnar eru ógvuliga ymisk. Summir tosa føroyskt, danskt og enskt, meðan aðrir snakka týskt, bretskt og enntá grønlendskt. Tattovørar eru komnir úr øllum herðashornum til henda serstaka tattoveringsfestival, sum eftir hendan festivalin hevur fýra ár baki.

 

 

Eg bíti serliga merki í eina tattovørin, sum situr við oyrabúffum. Hvørt tað er fyri at dempa ljóðið frá øllum maskinunum ella meðan Boys in a Band hevur ljóðroynd, veit eg ikki.

 

Boys in a Band góvust at spæla saman regluliga í 2008, men hava møtst so av og til. Fjølnir hevur kortini megnað at fingið teir allar fýra at spæla saman. Her er ikki stúgvandi fult og heldur ikki beinleiðis konsert stemningur. Øll ljós eru tendrað, tí neyðugt er við góðum ljósi hjá tattovørunum. Kortini vagga fólk til tónarnar, og eg fangi meg sjálva við at trampa til taktirnar. Skepticisman er mestsum farin. Tattoveringsumhvørvið er nú ikki so heilt galið.

 

Knút Háberg Eysturstein og Benjamin Petersen spældu eisini nøkur løg

 

Eitt av hæddarpunktunum á festivalinum er sokallaða kappingin "best of day", har ein dómsnevnd velur flottastu tattoveringina. Vinningurin í dag var ein glaspláta frá Brandi Paturssyni.

 

Eg hevði ímyndað mær... Ella, eg veit ikki, hvat eg hevði ímyndað mær, áðrenn eg kom oman í Sjónleikarhúsið. Men at eg bæði skuldi møta vinkonum hjá mammu og øðrum "gomlum" fólki, sum eg kenni frá dagligdegnum, hevði eg ikki ordiliga væntað. Hetta prógvar bara mína skeivu ímynd: tattoveringar eru ikki bara fyri hipstarar við langum skeggi, hatti og piercingum. Her eru alskyns fólk. Og hvør veit, um eg sjálv man sita við eini tattovering, áðrenn klokkan slær 18.00 sunnukvøldið, tá Fo Tatt Fest pakkar saman á hesum sinni. 

 

 

Fo Tatt Fest er í Sjónleikarhúsinum alt vikuskiftið. Tú kanst lesa meira um Fo Tatt Fest á Facebook og á heimasíðuni

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.