Hóast lungnasjúku, rann Helena sítt næsta marathon

Helena saman við pápa sínum, Gunnari Dahl-Olsen, eftir marathonið
Hóast lungnasjúku, rann Helena sítt næsta marathon
- Um eg onkuntíð missi dirvi, so hugsi eg: tess meira eg íðki og passi mína sjúku, tess minni sleppi eg frá at passa hana seinni í lívinum. Men sjálvandi við tí í tonkunum, at einki er mær garanterað her í lívinum, sigur Helena Dahl-Olsen, ið hevur sjúkuna cystiska fibrosu
25.05.2015 - 14:30

Helena Dahl-Olsen er fødd við cystiskari fibrosu, ið er ein viðfødd sjúka, sum ein aldrin kann gerast frísk frá. Tað eru fá við cystiskari fibrosu, ið eru før fyri at íðka ítrótt. Helena hevur møtt fleiri, sum hava trupult við at ganga upp ígjøgnum trappur og als ikki kunnu íðka ítrótt uttan at fáa høgan puls í longri tíð.

 

Men soleiðis er tað tó ikki hjá Helenu. Hon hevur nevniliga gjørt tað, ið fyrr var hildið vera ómøguligt. Hon hevur runnið sítt næsta marathon.

 

- Tann besti heiligvágurin fyri meg er nevniliga at íðka ítrótt. Eg venji hvønn dag og nýti súkklu sum transport, sigur Helena.

 

 

Info um sjúkuna: Cystisk fibrosa er í høvuðsheitum ein lungnasjúka, sum ávirkar allan kroppin. Tað er serliga livrina, nýrini, magatarmsskipanina og biholurnar, sjúkan ávirkar. Lunguni hjá einum við cystiskari fibrosu eru minni enn lunguni hjá einum vanligum persóni, og harafturat savnast eisini slím í lungunum. Í tí kunnu bæði virus og bakteriur lætt sleppa framat, og hetta kann haldast burtur við gerandisviðgerð av antibiotika upp til fleiri ferðir um dagin. Hetta verður hildið burtur við eitt nú pepp masku, ið er ein maska, sum er trupul at anda í og tung at anda inn. Av tí at cystisk fibrosa er ein gensjúka, skulu foreldrini vera 50% berarar frá hvørjari síðu. Ein berari merkir kortini einki til sjúkuna. 

 

 

Eg visti, at eg aldrin fór at uppliva lívið sum frísk 

Sjúkan hevur merkt ungdómsárini hjá Helenu nógv. Serliga var tað, tá hon íðkaði ítrótt, at hon merkti, at hon var sjúk. Ítrótturin innibar viðhvørt, at tey skuldu gista onkrastaðni, har Helena kendi á sær stóra ábyrgd, tí hon til hvørja máltíð noyddist at taka heilivág og hvønn dag fáa masku á.

 

- Í barnagarðinum og í fólkaskúlanum visti eg altíð, at eg ikki var sum hini børnini, og eg aldrin fór at uppliva at liva lívið sum frísk. Hetta fekk fleiri tankar hjá mær í gongd, har eg altíð haldi, at eg havi hugsað meira enn flest onnur um lívið og lívsstílin.

 

Helena rennur marathon                      Tá sjúkan av álvara gjørdi um seg eftir herviligt virus

 

Gekk ikki sum ætlað

Av tí at Helena er sjúk, ger tað tað trupult hjá henni at leggja sær ætlan til framtíðina, tí tað er ofta trupult at vita, hvønn veg sjúkan fer at ganga sum til dømis við marathoninum. Hon meldaði seg til marathonið í februar, men tó gekk ikki sum ætlað. Fáar dagar eftir tað fekk hon boð um, at ein sjáldsom bakteria, ið kallast Cepasya, hevði rakt hana.

 

- Eftir eg hevði fingið bakteriuna staðfest, noyddist eg at taka heilivág tríggjar ferðir um dagin í tvær vikur. Tað fór fram á tann hátt, at ein slanga varð løgd inn gjøgnum høvuðsæðrina til hjartað, og slangan skuldi liggja har í tvær vikur. Tá slangan var tikin úr, sá enn ikki gott út, sigur Helena.

 

Boðini vórðu tískil, at Helena akutt noyddist at leggjast undir skurð, har hon skuldi skurðviðgerast í biholunum, tí læknarnar høvdu illgruna um, at bakterian lá har. Lunguni vórðu eisini reinsað, men læknaboðini vóru kortini ikki góð.

 

- Lungnafunktiónin var fallin, og bakterian hevði spjatt seg til lunguni, og tískil varð aftur neyðugt at leggja rør inn í høvuðsæðrina og taka heilivág tríggjar ferðir um dagin í tríggjar vikur.

 

 

Altíð dámað sera væl at pressa seg sjálva

Helena hevur altíð íðkað nógvan ítrótt. Tað er serliga svimjingin, ið hevur fylt nógv. Hon hevur eitt nú verið á ungdómslandsliðnum í svimjing og svomið fyri Føroyar uttanlands. Harafturat hevur hon róð kapp í nøkur ár, har hon eisini gjørdist føroyameistari við Jarnbardi.

 

Helenu hevur altíð dámað sera væl at pressa seg sjálva til tað ekstrema. Hon setir eisini sær sjálvari sera hørð krøv, og tískil var hennara marathon nummar tvey hennara nýggja mál.

 

- At gjøgnumføra eitt marathon er ein heilt serlig kensla – eins fantastiskt báðar ferðir. Ein hevur simpulthen so ilt í hvørjum einasta vødda í kroppinum, men tó er gleðin størri enn pínan.

 

 

- Eg vil gera mítt fyri at liva eitt sunt lív, hóast einki er garanterað her í lívinum

Helena hevur ætlanir um at halda seg í góðari venjing og vil gera tað, hon er ment, at liva eitt lív við sunnum kosti og venjing.

 

- Eg vil liva eitt sunt lív, tí eg veit, at tað er best fyri sjúkuna og sjálvandi eisini meg sjálva. Um eg onkuntíð missi dirvi, so hugsi eg: tess meira eg íðki og passi mína sjúku, tess minni sleppi eg frá at passa hana seinni í lívinum. Men sjálvandi við tí í tonkunum, at einki er garanterað her í lívinum, sigur Helena at enda. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.