Keðir tú teg?

Keðir tú teg?
Her eru fimm góðar sjónvarpsrøðir á Netlix, sum tú lættliga kanst fáa tíðina at ganga við
26.05.2015 - 20:15

Friends

 

 

 

How you doin?  Saknar tú ein góðan klassikara, sum tú ikki noyðist at fylgja nógv við í, men kanst hava frá, ímeðan tú gert okkurt annað? So er sjónvarpsrøðin um tey seks vinfólkini í New York eitt gott boð.

 

Friends er ein av best umtóktu sjónvarpsrøðunum í søguni, og tað er ikki uttan grund; hon gevst nevniliga ongantíð við at verða stuttlig og hjartanemandi, og mann kann tí lættliga hyggja at henni fleiri ferðir uttan at keða seg.

 

Øll kenna hana, og tey flestu hava allarhelst longu sæð nógvar av partunum og kunnu tí fylgja leysliga við, meðan tey til dømis gera mat ella arbeiða við onkrum á telduni og kortini verða undirhildin.

 

 

 

 

Orange is the New Black

 

 

Ummælararósta sjónvarpsrøðin snýr seg um Piper Chapman, sum endar í einum kvinnuligum gegli, eftir at tað blívur uppdagað, at hon einaferð smuglaði narkotika fyri fyrrverandi damuna hjá sær.

 

Røðin bleiv útgivin á Netflix í 2013 og fekk nætan beinanvegin ein risastóran fjepparaskara. Orange is the New Black er nevniliga ikki einans sera stuttlig, hon er eisini óvanliga hugtakandi og viðger sera álvarsom og viðkomandi evni um samleika, kyn, rasu og seksualitet.

 

Hóast Piper er høvuðspersónurin, so kemur røðin eisini sera tætt inn at lívunum hjá hinum fangunum, sum allar eru sera ymiskar, og gevur tí hyggjaranum innlit í tær oftast syrgiligu umstøðurnar, sum førdu við sær, at tær endaðu í geglinum.

 

Manglar tær eina sjónvarpsrøð, sum dregur teg til sín, ikki bara tí hon er spennandi ella stuttlig, men eisini tí hon viðger veruligar og viðkomandi trupulleikar, so er Orange is the New Black avgjørt nakað fyri teg.

 

 

 

Lilyhammer

 

 

Um tú vilt síggja okkurt nýtt, sum ikki minnir um nakað annað, sum tú hevur sæð fyrr, so er norska/amerikanska sjónvarpsrøðin Lilyhammer eitt sera gott boð.

 

Sjónvarpsrøðin snýr seg um amerikanska mafia-mannin, Frank Tagliano, sum noyðist at fara í eitt sokallað 'witness protection program', har hann endar Lillehammer, og má látast at vera italienski innflytarin, Johnny Henriksen.

 

Hetta vísir seg sjálvandi at vera lættari sagt enn gjørt, tí Frank hevur ringt við at sleppa sínum gomlu mafia-vanum og stríðist við at laga seg til eina heilt nýggja mentan og eitt nýtt mál.

 

Lilyhammer er ein ótrúliga stuttlig røð, sum fyrigongur seg bæði á enskum og norskum, og gevur hyggjarinum eitt innlit í, hvussu tað er at verða útlendingur í eini norðulendskari mentan, har mannfólk kunnu vera heimagangandi, konufólk eru politistar, og børn sleppa at eita merkilig nøvn sum 'Ass-bjorn' og 'Ass-bjorg'.

 

 

 

Mad Men

 

Mad Men er kend fyri at verða ein av best skrivaðu sjónvarpsrøðunum í nýggjari tíð.  Røðin fyrigongur seg í New York í 60'unum og snýr seg um reklamufyritøkuna, Sterling Cooper, og tey starvsfólkini, sum arbeiða har.

 

Høvuðspersónurin er tann gátuføri og dugnaligi Don Draper, ið starvst sum Creative director hjá fyritøkuni, men røðin fylgir eisini nógvum av hinum starvsfólkunum og er fram um alt ein søga um persónliga og mentunarliga menning.

 

Av tí at sjónvarpsrøðin fyrigongur seg í 60unum, ið var eitt tíðarskeið, har nógv broyttist í amerikanska samfelagnum, verða nógvar søguligar hendingar og samfelagsligar broytingar eisini viðgjørdar í røðini. 

 

Stutt sagt er Mad Men  vælskrivað, snøgg, hugtakandi og hevur eitt fantastiska gott soundtrack. Tí passar hon perfekt til tín, sum gongur upp í detaljur og elskar at fylgja væl við, tá tú hyggur at eini sjónvarpsrøð.

 

 

 

 

Hannibal

 

 

Hannibal snýr seg um víðagitna, fiktiva seriu-mordaran, Dr. Hannibal Lecter. Tey flestu kenna longu Hannibal úr filminum Silence of the Lambs, har Anthony Hopkins spældi leiklutin.

 

Í sjónvarpsrøðini er tað tann danski Mads Mikkelsen, ið hevur leiklutin sum Hannibal, tann høgt virdi sálarfrøðingurin, ið onkuntíð etur sínar patientar til døgurða.

 

Í røðini fylgja vit høvuðspersóninum, Will Graham, ið er ein sokallaður criminal profiler, sum skal hjálpa FBI við at finna seriumordarar. Av tí at Will sjálvur hevur verið sálarliga óstabilur, noyðist hann samstundis eisini at vera í viðgerð hjá einum sálarfrøðingi, nevnliga Hannibal, ið sjálvandi er ein av seriumordarunum, sum Will roynir at finna. 

 

Hannibal er ein ómetaliga spennandi, myrk og óhugnalig sjónvarpsrøð, ið hóskar væl til tín, sum elskar, tá sjónvarpsrøðir eru so spennandi, at tú næstan ikki torir at hyggja.

 

 

 

 

 

Allar sjónvarpsrøðirnar kunnu síggjast á Netflix.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.