"Eg kenni meg forfylgdan"

"Eg kenni meg forfylgdan"
Unga skaldið og politiski leysgangarin, Yahya Hassan, vil ikki longur hava lívverjur úr donsku fregnartænastuni
28.05.2015 - 11:45

Stutt aftan á at nógv umstrídda yrkingarsavniðYahya Hassan varð útgivið í 2013, bleiv yrkjarin álopin á høvuðsbanagarðinum í Keypmannahavn og hevur síðani havt lívverjur frá donsku fregnartænastuni, ið hava fylgt honum allastaðnis, har hann er farin. Men nú er Yahya blivin troyttur av lívverjunum. 

 

 "Eg eri fleiri ferðir blivin álopin, meðan eg havi havt líverjur og føli tí ikki, at teir klára at verja meg," sigur Yahya Hassan við Politken. "Seinastu dagarnar hava lívverjur verið allastaðnis, eisini hjá familju og vinum, og eg kenni meg forfylgdan. Eg vil heldur vera tí fyri uttan."

 

Útsøgnin kom sama dagin, sum Helle Thorning Schmidt útskrivaði nýval, og Yahya Hassan, sum upprunaliga stillaði upp fyri Nationalpartiet, roynir seg í løtuni sum uttanflokkamaður við vónum um at sleppa í danska fólkatingið. Tó avnoktar hann, at avgerin, um ikki at hava lívverju, hevur nakað við politik ella valstríðið at gera.

 

"Eg havi tað fínt," sigur Hassan, hóast hann nú fer at standa uttan lívverju. "Tað er betri fyri meg at vera einsamallur og at standa fyri míni egnu trygd."

 

Myndina niðan fyri legði Yahya Hassan út á Facebook í gjár.

 

Kelda: Politiken

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.