Soleiðis kemur tú væl frá einum festivali

Soleiðis kemur tú væl frá einum festivali
Les um 10 av teimum týdningarmiklastu tingunum, ið tær tørvar, fyri at koma heilskapaður ígjøgnum ein tónleikafestival
29.06.2015 - 13:30

Hóast veðrið er váttligt, og sólin krógvar seg, so er summarið komið og harvið eisini tónleikafestivalarnir.

 

Tú hevur kanska havt nakrar góðar festivalupplivingar fyrr, men veitst allarhelst eisini, at ein tónleikafestivalur kann krevja eitt sindur av orku at koma ígjøgnum, serliga tá veðrið ikki er av tí besta.

 

Her eru 10 góð ráð, hvussu tú kanst tryggja tær ein góðan festival.

 

 

1) Góð vinfólk

Syrg fyri at tey, tú fylgist við, eru fólk, sum tær faktiskt dámar og orkar at halda út í nakrar dagar. Einki er so rotið sum at skula deila tveir fermetrar av teltplássi við onkrum, sum mann ikki er góður við.

 

Tíni vinfólk eru tey, sum koma at ávirka tína festivaluppliving mest. Tey eru fólkini, sum tú fert at flenna, syngja, ballast og klemmast við, men eisini timburmannast og skeldast, og tí er tað týdningarmikið, at tit duga at hava fleiri góðar løtur saman enn ringar.

 

Við góðum, glaðum og álítandi vinfólkum kann ein festivalur sjáldan ganga heilt galið.

 

2) Konsertætlan

Summi traðka ongantíð fótin útum teltplássið og kunnu bara lokkast til eina konsert um tey vita, at øll hini fara.

 

Ert tú ein av teimum, sum faktiskt fer á festival fyri at hoyra tónleikin, so er tað umráðandi at leggja eina konsertætlan saman við tínum vinfólkum, um hvørjum bólkum tit skulu lurta eftir og nær.

 

Eitt gott yvirlit kann verða avgerandi fyri, hvussu festivalupplivingin er og ger, at tú fært so nógv burtur úr festivalinum sum gjørligt - ikki bara av ballinum, men eisini tónleikinum.

 

 

3) Vatn

 

Fá gloyma at taka alkohol við, men ikki øll hugsa um at taka nokk av vatni við á festival. Kroppar okkara eru uml 60% vatn, og fyri at vit skulu kunna vera væl fyri, er tí týdningarmikið at vit drekka nógva vætu.

 

Hóast alkohol er flótandi, so tømir tað kroppin fyri vætu, og mást tú tí syrjga fyri at drekka nógv vatn, meðan tú ert á festival, um tú ætlar at koma undan timburmonnunum og tí, sum verri er. 

 

 

4) Vesipappír og hondspritt

Um tú hevur verið á ves á einum festivali fyrr, so veitst tú longu, at tað sjáldan er ein góð uppliving. Upplivinging er tó enn verri, um einki vesipappír er eftir, tá tú endiliga sleppur framat teimum nógv brúktu vesikummunum.

 

Tú kanst tó gera upplivingina eitt sindur frægari við at minnast til at taka títt egna vesipappír við, tá tú fert á festival.

 

Full fólk eru ofta ikki líka ansin, tá tað kemur til reinføri. Hevur tú hondspritt við tær, kanst tú í tí minsta syrgja fyri, at tínar egnu hendur eru reinar og harvið minka um møguligar bakteriufellur og smittuvandar. 

 

 

 

5) Sólkrem og sólbrillur

 

Hetta ljóðar kanska láturligt, tá vit eru í Føroyum. Men veruleikin er tann, at tú kanst gerast sólbrendur, eisini tá sólin ikki skínur.

 

Vanliga ert tú sjáldan úti í meira enn nakrar fáar tímar um dagin, men tá tú ert á festival, ert tú úti meginpartin av degnum, og kann strálingin frá sólini tí gera skaða, uttan at tú leggur merki til tað.

 

Um tú vilt verða á tryggu síðuni, so er altíð best at hava sólkrem og sólbrillur við.

 

6) Regnklæðir

 

Tað er einki sum eitur vánaligt veður, bara at vera illa ílatin, er tað ikki so, mann sigur? Í hvussu er loysir tað seg altíð at taka regnjakka við, tá tú fert á festival, tí regnið plagar at vera tíður gestur á føroyskum festivalum.

 

Tað ger í hvussu er ikki festivalin verri, at tú kanst fara allastaðnis uttan at hugsa um krím ella rennvát klæðir.

 

 

7) Góðir (gamlir) skógvar

 

Er tað nakað, sum er heilt sikkurt, tá ið tú ert á festivali, so er tað, at tú fert at oyðileggja tær skógvarnar. Vel tær tí eitt par, sum hevur tænt tær væl, og sum tú ikki fert at sakna, tá festivalurin er liðugur. (Slitnir, útmaksaðir converse skógvar eru altíð eitt gott boð.)

 

Eisini eru gummistúvlar góðir at hava við, av tí at teir tola vatn og runu og illa kunnu gerast ljótari, enn teir longu eru. 

 

 

8) Oyraproppar

 

Oyru okkara tola ikki at vera umringað av larmi allatíðina og kunnu enda við at fáa varandi mein, um tú ikki ansar eftir teimum.

 

Um tú ikki vil hoyra eitt snjalt 'biiiiiiiiiiiiiiiip' í oyrunum í eina heila viku aftan á at festivalurin er liðugur, ella enn longri, so er best at hava oyraproppar við, tá tú fert á konsert, ella um tú gistir á teltplássinum, har larmurin ofta er konstantur. 

 

9) Matpakkar

Hóast matur er at fáa á hvørjum horni á festivaløkinum, so er hann oftast dýrur ella ósunnur. Um tú vilt liva av øðrum enn pylsum, meðan tú ert á festivali, syrg so fyri at taka tín egna mat við.

 

Eitt gott hugskot er at smyrja sær tveir ella tríggjar matpakkar til hvønn dagin, soleiðis at tað ikki er neyðugt at brúka pengar upp á mat inni á festival- og teltøkjunum.

 

Hetta er bæði betri fyri heilsuna og pengapungin. 

 

 

10) Troyggjur.

 

Tær eru kærkomnar, tá óvæntaður kuldi knappliga kemur, ella um tær kanska tørvar ein eyka kodda at sova á. Eingin festivalur er fullkomin uttan eina góða, heita føroyska troyggju.

 

Bundnar troyggjur eru blivnar fastur partur av festivalmótanum tey seinastu árini, og tað er ikki uttan grund.

 

Føroyskar troyggjur eru ikki einans vakrar, men eru eitt av bestu tingunum, ið mann kann taka við, tá mann er á festivali í einum landi, har veðrið er so mikið skiftandi.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.