Bestu Instagrammararnir

Bestu Instagrammararnir
Keðir tú teg eitt sindur, tá tú skrollar ígjøgnum myndirnar hjá teimum, ið tú fylgir á Instagram? Les her um nakrar av mest undirhaldandi profilunum á instagram, ið tú kanst fylgja
30.06.2015 - 17:15

Rolling Stone Magazine hevur gjørt ein top 100 lista yvir bestu profilarnar, ið tú kanst fylgja á instagram. Her sært tú nakrar av fremstu profilunum á listanum.

 

10) starwars

Myndir: 1030 - Fylgjarar: 1.1 millión - Fylgir: 0

 

Nýggjasti filmurin í Star Wars røðini, Star Wars: The Force Awakens, verður at síggja á filmskíggjum seinni í ár, og er tað tí upplagt at fylgja almenna instagram profilinum hjá filmsrøðini longu nú. 

 

Myndirnar, ið verða lagdar út, eru eitt gott bland av behind-the-scenes myndum frá gomlu Star Wars filmunum, av áhugaverdum tekningum og figurum, ið fjepparar hava gjørt, og av myndum, sum geva tær innlit í, hvat tú kanst vænta at síggja í komandi filminum.

 

 

9) therock

Myndir: 1038 -  Fylgjarar: 15 milliónir - Fylgir: 50

 

Tørvar tær íblástur til at fara í holt við at venja, ella hevur tú kanska bara hug til at hava tað eitt sindur stuttligt, so er Dwayne "The Rock" Johnson avgjørt ein, ið tú skalt fylgja á Instagram.

 

Profilurin hjá kenda sjónleikaranum og glímarinum er ein sera skemtiligur profilur, har hann leggur stuttligar myndir út frá filmssettum, venjingum og frá lívi hansara heima við hús.

 

Tú kanst ikki lata vera við at smílast, tá tú hyggur at myndunum hjá the Rock, ið eru enn meiri undirhaldandi enn filmar hansara.

 

 

8) danbilzerian

Myndir: 807 - Fylgjarar: 9.4 milliónir - Fylgir: 100

 

Lívið hjá Dan Bilzerian kann lýsast sum ein blanding millum ein dreingjafantasi og ein Bond-skálk, og hevur tað ognað honum nærum 10 milliónir fylgjarar á instagram, har hann leggur myndir út av sínum ekstravaganta lívsstíli. 

 

Bilzerian er ein poker spælari, ið lýsir seg sjálvan sum ein "millióner, playboy og seksuellan filantropist". Hann elskar at leggja myndir út av dýrum akførum, pengum, vápnum, hálvnaknum konufólki, dýrum urum og onkuntíð av kettu síni, Smushball.

 

Vilt tú síggja ein instagram profil, ið lýsir ein lívsstíl, sum er ræðuliga fjarur frá tínum egna, so er hesin allarhelst tann rætti.

 

 

7) banksyny

Myndir: 97 - Fylgjarar: 27.000 - Fylgir: 0

 

EyðkendI, bretski grafitti-kunstnarin, Banksy, brúkar býin sum lørift. Hóast verk hansara fyrr hava verið sýnd í ymsum listaskálum, so er lættasti mátin at fylgja listini hjá Banksy at halda eyga við instagram-profili hansara, av tí at málningarnar, ið hann málar á gøtunum í New York, ofta hvørva eftir eina lítla løtu, tá aðrir grafitti-kunstnarar mála útyvir teir.

 

Banksy tekur myndir av síni list og leggur tær á instagram, har hann eisini nevnir økið, har hann hevur málað málningarnar. Banksy ferðast nógv kring heimin, og myndirnar hava ofta ein politiskan tóna.

 

 

6) nasa

Myndir: 1256 - Fylgjarar: 3.1 millión - Fylgir: 28

 

Tørvar tær onkuntíð bara okkurt, sum fær teg til at hugsa "Vauv!", so er almenni Instagram profilurin hjá NASA tann rætti at fylgja.

 

Amerikanski rúmdarfelagskapurin, NASA, hevur eisini instagram. Á Instagram leggur NASA myndir frá rúmdarførum og astronautum, ið sirkulera rundan um jørðina, sum minna okkum á, júst hvussu stórt alt er, og seta veruliga okkara egnu triviellu trupulleikar í perspektiv. 

 

Tørvar tær at verða mint/ur á, hvussu stórur, vakur og ótrúligur alheimurin er, so er instagram-profilurin hjá NASA akkurát nakað fyri teg.. 

 

 

5) beyonce

Myndir: 1037 - Fylgjarar: 34.6 milliónir - Fylgir: 0

 

Profilurin hjá Beyoncé verður regluliga dagførdur við myndum av luksus-ferðum, familjuhugna, selfies av songkvinnuni og av konsetum.

 

Songkvinnan leggur ofta tíðindi út á Instagram, áðrenn tey koma út á aðrar miðlar, og er tað tí upplagt at fylgja henni á instagram, um tú ert ein fjeppari.

 

Eisini leggur hon ofta myndir út av klæðunum, ið hon ætlar sær í, áðrenn hon fer til stórar gallaveitslur og til reyða leyparan.

 

4) tsa

Myndir: 565 - Fylgjarar: 281.000 - Fylgir: 19

 

Instagram profilurin hjá tí amerikanska Transport Security Administration er ikki nakað, tú skalt hyggja at, áðrenn tú skalt flúgva.

 

Flestu myndirnar eru av tingum, sum TSA hevur lagt hald á á amerikanskum flogvøllum, og mann gerst veruliga bilsin av at síggja tað, sum fólk kunnu finna uppá at taka við sær, tá tey skulu flúgva.

 

Á myndunum sært tú m.a. eina øks, eina byrsu við patrónum, kasti-stjørnur og enntá livandi fiskar. Myndirnar eru áhugaverdar, men eisini eitt sindur óhugnaligar, tí tær minna okkum á, at hetta einans eru tey tingini, sum eru blivin uppdagað, og fær okkum at undrast á, hvussu nógv slík ting munnu vera sloppin við umborð á flúgvarar.

 

3) badgalriri

Myndir: 3102 - Fylgjarar: 19.7 milliónir - Fylgir: 1154

 

Rihanna hevur allarhelst ein av mest eyðkendu profilunum á instagram, men í heilar seks mánaðir var Instagram profilurin hjá songkvinnuni óvirkin.

 

Hetta hendi, aftan á hon legði eina mynd út av sær sjálvari, har hon var toppleys, ið elvdi til, at profilurin bleiv tikin niður.

 

Men Rihanna er nú aftur aktuell á Instagram við enn kulari og enn meiri provokerandi myndum. Songkvinnan leggur dagliga myndir út av luksus-ferðum, ballum, familju og av sær sjálvari, tá hon roykir hasj. 

 

2) natgeo

Myndir: 6775 - Fylgjarar: 20.3 milliónir - Fylgir: 91

 

Myndirnar hjá National Geographic hava verið við til at skapa søgu í nærum eina heila øld - og gera tað enn.

 

Myndirnar á profilinum koma ofta úr fjarskotnum krókum kring knøttin og minna teg á, júst hvussu vakur og hugtakandi heimur okkara er.

 

National Geographic leggur oftast fleiri myndir út um dagin og gevur tær tí hvønn dag innlit í, hvat hendir kring heimin.

 

1) kimkardashian

Myndir: 2747 - Fylgjarar: 34.4 milliónir - Fylgir: 94

 

Kim Kardashian er ókrýnda drotningin á Instagram og hevur fingið so góða móttøku har, at hon útgav eina myndabók av sínum sjálvsmyndum.

 

Ístaðin fyri at keypa bókina, Selfish, so kanst tú heldur bara hyggja gjøgnum profilin hjá Kim, har hon, umframt at leggja sjálvsmyndir út, eisini dagliga leggur myndir út av glæsiliga lívi hennara, sum vit, at síggja til, ikki klára at lata vera at fylgja við í.

 

Myndir av manni hennara, Kanye West, av systrunum Khloé og Kourtney og av øllum hinum úr kendu familjuni gera, at profilurin hjá reality-stjørnuni er minst líka undirhaldandi at hyggja at sum sjónvarpssendingin. 

 

Vilt tú síggja hinar 90 instagrammararnar á listanum hjá Rolling Stone, so ber til at síggja teir her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.