Enn eru vit ikki komin á mál - serliga ikki í Føroyum

Enn eru vit ikki komin á mál - serliga ikki í Føroyum
Terji Krossteig Messell hevur skrivað og framleitt nýggja lagið ”Kærleiksblús”, ið er ein heilsan til LGBT Føroyar og ein heiðurskvøða til føroyskan ymiskleika
03.07.2015 - 12:00

Terji Krossteig Messell, Dennis Agerblad og Jógvan Funding Madsen hava saman spælt inn nýggja lagið Kærleiksblús.

 

- Eg havi upplivað ígjøgnum árini, hvussu fólk hava lagt seg eftir menniskjum, ið hava traðkað fram sum samkynd, og hvørjar fylgjur hetta fyrr hevur havt við sær. Heldigvís er nógv broytt til tað betra seinastu árini, men enn eru vit ikki komin á mál - serliga ikki í Føroyum, sigur Terji Krossteig Messell.

 

Terji vil brúka sína rødd til javnrættindi

- Eg trúgvi, at jú fleiri og jú oftari vit rópa hart um, at vit ynskja at veita full javnrættindi til okkara LGBT medborgarar, jú skjótari broyta vit alt okkara samfelag til tað betra. Tí vil eg fegin brúka mína rødd, bæði sum borgari, tónleikari og sum menniskja at røkka hesum týðandi máli, sigur Terji.

 

Nýggja blues lagið snýr seg um vón, um ”at ein sjønnan dag ganga vit øll saman í parlag”, og at ”sjálvandi siga vit ja, tí bert huldufólk vilja ikki tað”, sum Kærleiksblús tekur til at enda.

 

Hetta er annars ikki fyrstu ferð, at ein føroyskur tónleikari skrivar eitt tónleikalag um LGBTarar. Grandma´s Basement, 200, Kjartan (Sjúrður Skaale), Dynamit, Dennis Agerblad Band og Páll Finnur Páll hava øll roynt seg. Summir sangir eru tó meira vælviljaðir enn aðrir.

 

Live á Faroe Pride
Terji Krossteig Messell & Vinir hava fingið heiðurin at enda ársins Faroe Pride viku við at spæla sum síðsti bólkur á stóru ókeypis Faroe Pride konsert á Skálatrøð, 27. juli. 

 

Orkar tú ikki at bíða til Faroe Pride, so kanst tú lurta eftir sanginum á Spotify niðanfyri.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.