Upptøkan á Setrinum klár

Upptøkan á Setrinum klár
248 umsøkjarar fáa boð um, at tey eru upptikin á Fróðskaparsetrinum komandi dagarnar
13.07.2015 - 12:45

Tilsamans komu 381 umsóknir inn til útbúgvingarnar á Setrinum. Av hesum eru 248 umsøkjarar, sum fáa lestrarpláss í boði eftir summarfrítíðina, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuni.

 

Býtið millum útbúgvingarnar gjørdist soleiðis:

  • Føroyskt 22
  • Orkuverkfrøði 20
  • Lærara 36
  • Námsfrøði 35
  • Sjúkrarøktarfrøði 22
  • Sosialvísindi og samfelagsplanlegging (samfelagsvísindi) 34
  • Politikkur og umsiting (samfelagsvísindi) 13
  • Søga (Smátjóðir og altjóðagerð) 24
  • Master í løgfrøði 24
  • Master í føroyskum 1
  • Masterlæra í søgu- og samfelagsvísindum 17

 

Les eisini: Hetta eru útbúgvingarnar, sum flest hava søkt

 

Aftur í ár hevur Setrið bjóðað út bæði bachelor og masters útbúgvingar. Eftir summarfrítíðina byrja 206 nýggj lesandi sín BA-lestur, meðan 42 fara undir MA-lestur.

 

Av teimum 381 umsøkjarunum eru 133, sum fáa at vita, at tey standa á bíðilista ella fáa avslag.

 

Øll fáa skrivlig boð um sína støðu. Brævbjálvarnir eru umsøkjarunum í hendi mikudagin 15, skrivar Fróðskaparsetrið á heimasíðuni. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.