Emmy 2015: Game of Thrones toppskorari

Emmy 2015: Game of Thrones toppskorari
Game of Thrones liggur á odda, men American Horror Story, House of Cards og Mad Men renna beint í hølunum
17.07.2015 - 14:45

Heili 24 tilnevningar hevur Game of Thrones fingið.

Fólkini aftan fyri Emmy Awards 2015 hava júst avdúkað tilnevningarnar fyri 2015, og her er Game of Thrones toppskorari, skrivar Politiken.

 

Sendirøðin er nevniliga tilnevnd ’Besta dramarøð’, ’Besta handrit’ og ’Besta leikstjórn’. Harumframt eru leikararnir Lena Headey, Emilia Clarke og Peter Dinklage tilnevnd sum ávikavist ’Besti kvinnuligi hjáleiklutur’ og ’Besti mannligi hjáleiklutur’.

 

American Horror Story og Mad Men í hølunum

Við 19 tilnevningum hevur ræðurøðin, American Horror Story, næstflest tilnevningar til Emmy Awards 2015. Beint í hølunum koma House of Cards, Mad Men og Transparent við 11 tilnevningum hvør.

 

Men um mongu tilnevningarnar føra til veruligar virðislønir, er enn óvist. Vinnararnir verða avdúkaðir til stóru gallaveitsluna 20. september.

 

Til ber at síggja allar tilnevningarnar her.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.