- Hetta er ein nýggjur heimur

- Hetta er ein nýggjur heimur
Frásøgn: Eitt fúlt, festligt og samstundis vánaligt dragshow í Norðurlandahúsinum, har ein triðingur rýmdi úr salinum av møði heldur enn øði
27.07.2015 - 14:45

Onkur hevur eina reyða rósu í hárinum. Onkur annar gongur í sprøklutum kjóla, men tey allar flestu í forhøllini í Norðurlandahúsinum ganga í sama vanliga klædnastílinum, svørtum klæðum og kanska okkurt grátt ella hvítt blandað uppí.

 

Eg væntaði at publikum fór at vera hipstarar í litríkum og sprøklutum klæðum, men eg fór so dyggiliga skeiv. Millum publikum vóru lærarar, handilsfólk, bókavørðar og gomul fólk. Ja, heilt vanlig fólk í heilt vanligum klæðum.

 

Tað var spenningur í luftini at fara til fyrsta dragshow nakrantíð í Føroyum. Eiler Fagraklett og Sunneva Háberg Eysturstein, klødd sum ávikavist ljósareyður einhyrningur úr Sodoma og verðinsmaður Sunleif úr Gomorra, presenteraðu luttakararnar og showið.

 

- Hetta er ein nýggjur heimur. Her eru ongar avmarkingar. Tit eru framtíðin, og vónandi eru nøkur mørk flutt eftir hetta showið, søgdu tey bæði.

 


Cornicus og Sunleif 

 

Jú, hetta ljóðaði sanniliga spennandi!

 

Beyoncé kemur gangandi oman trappurnar millum fjøldina við føstum fótafetum. Konan framman fyri meg syngur ella kanska rættari sagt ýlir við, meðan hon dansar til rútmurnar.

 

Grønlendska dragdrotningin, Nuka, sum mimar til sangirnar hjá Beyoncé, er í einføldum hvítum kjóla, hevur sítt hár og er í grønlendskum stivlum, sum koma undan síða kjólanum, tá hon dansar.

 

 

Publikum reagerar ógvuliga ymiskt. Konan framman fyri meg er enn líka við upp á tað. Konan við síðuna av er meira friðarlig eins og eg sjálv.

 

Pallurin er ógvuliga einfaldur. Hann er stórur og skralltómur. Videobrot hjá Nuka koyra eisini í bakgrundini.

 

Tá Nuka trívir í fjórða sangin, situr hon í filminum við eitt borð við einum tómum tallerki og einum vínglasi. Hon er í júst sama kjóla, sum eg eri í. Eri eg ónormal, ella eru dragdrotningar bara púra normal, hugsi eg við mær sjálvari. Í somu løtu syngur Beyoncé "don't judge me". Tað er kanska nakað um tað. Fordómarnir eru tíverri nógvir.

 

Einhyrningurin og verðinsmaðurin lova okkum kynssnaring fyri allar pengarnar, tá ið teir presentera drag systrarnar Iwona Kok og Lady Owl. Hetta er komiskt stand up.

 

Hesar báðar íslendsku dragdrotningarnar eru rættiliga komiskar. Har er ein blanding við sangi og stand-up komediu. Tað er ómetiliga stuttligt at síggja ta einu í ljósareyðum í frynsakjóla og dansa lapdans til Trøllabundin hjá Eivør. Eitt hvølt "Oh my god" og nógvur látur hoyrist millum publikum.

 

 

Hin dragdrotningin, sum ongin ordiliga visti at siga, um tað var ein maður ella kona, tí hon sá ógvuliga feminin út, dansar eisini lapdans til Sjeikin hjá Popkorn. Áskoðararnir fáa eisini lapdans. Kul!

 

Tær íslendsku vóru rímiliga festligar og eitt suffandi "ááhh" fór um allan salin, tá ið tær kunngjørdu seinasta sangin.

 

Eftir steðgin kom løtan, sum tey flestu mundu hava glett seg nógv til: Dennis Agerblad og band. Men tað var ein løta, sum var eins langdrigin og tá ið tú hálar í ermuna hjá mammu og pápa tínum á ólavsøku, tí tú vilt spæla tombola og keypa ballónir, men tey bara snakka. Í mun til longdina var lítil futtur í showinum hjá Dennis, og ein triðingur av publikum rýmdi, áðrenn showið var liðugt. Spell.

 

Dennis og kompaní syngja nakrar flatar sangir, meðan teir stigvíst lata seg úr sínum búnum. Teir hava gjørt nógv burtur úr búnunum. Hetta eru ikki nakrir glamourøsir og pompøsir glitrandi kjólar. Teir eru í einum brúnum búna og hava eina rúgvu av ballónum innanfyri. Hetta er absurd og løgið. Onkur hevur kanska fingið eitt gott hugskot til grýluklæðir eisini.

 

 

Dennis Agerblad og band syngja ymiskar sangir. Summir fúlari enn aðrir. Tá ið teir syngja um at pula og at koyra lebastift í reyvarholið, eru tað summi, sum øtast. Millum nógva láturin hoyrist eisini okkurt "íjøssus ikki". Vit blivu tó ávarað áðrenn: hetta er ikki fyri sartar sálir.

 

Showið kemur ongantíð ordiliga upp í gear, hóast nøkur stuttlig brot eru innímillum. Onkur roynir at ýla eitt ullint wuhu, men tað hjálpir lítið. Tað, sum heldur meg vakna gjøgnum meginpartin av showinum, eru pennurin og facebook. Tíverri.

 

Eftir smáar tríggjar tímar endar tiltakið, sum eftir ætlan skuldi varða í tveir. Hetta var eitt ókay show, men tað var bara alt ov langdrigið og keðiligt. Tað var eitt vónbrót, tá mann hevði væntað tað heilt villa showið. Ikki tí, tað er ordiliga deiligt at LGBT skipar fyri einum slíkum tiltaki, men næstu ferð er neyðugt at hava eina strammari skrá, so mann ikki framførir fyri tómum sali. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.