Ólavsøka: Hetta skalt tú fara til

Ólavsøka: Hetta skalt tú fara til
Vit hava samlað nøkur av mongu tiltøkunum, sum verða á Ólavsøku - tjekka tey út
27.07.2015 - 21:15

Ólavsøkan byrjar í morgin, og tað eru sera nógv mentanartiltøk at fara til hesar dagar. Röddin hevur gjørt eitt yvirlit yvir nøkur av teimum

 

 28. juli

  • kl 14 - Ólavsøkan verður sett.
  • kl 14 - Ólavsøkuframsýningin letur upp.
  • kl 15-24Stovumyndir: Ungu listakvinnurnar Bára Sigmundardóttir og Gvøðny Maria Áarstein sýna fram listaverk í akryl og vatnlitum, sum eru surrealistisk og litføgur. Bo Isholm spælir klassiskan guitartónleik.
  • kl 15-17.30  - Ólavsøkuróðurin 2015: Róð verður frá Argjalandinum inn um Molan. Eftir róðurin verður kappsvimjing og “Ódnartak” á Vágni.
  • kl 16 - Tórspallur: Tummas Jóhan Larsen framførir. 
  • kl 16-22 Reinsaríið: Livandi tónleikur við nógvum ymiskum nøvnum.
  • kl 17.30-19 - Fólkafundur: Føroya Fólkaháskúlafelag skipar fyri fólkafundi á Háskúlanum. Hansina Iversen, listakvinna, heldur røðu. Eisini verður felagssangur og føroyskur dansur.
  • kl 18 - Fótbóldsdystur millum B36 og ÍF í Effodeildini.
  • kl 18-19 -  GHM spælir á trappuni í Vágsbotni. 
  • kl 18 og 20 - Ólavsøkukabarett í Sjónleikarhúsinum.
  • kl 18.30-22 Hondbóltur: Klassikarin millum Kyndil og VÍF. Oldboys spæla kl. 18.30. Bestu liðini spæla kl. 20.
  • kl 20 - Tórspallur: Spælimenninir framføra.
  • kl 20 - Bestu liðini hjá Kyndli og VÍF dystast.
  • kl 22.00 - Tórspallur: Jens Marni Hansen framførir saman við Ólavi Højgaard og Robert McBirne.
  • kl 22-04 -  Føroyskur dansur í Sjónleikarhúsinum.

 

Ólavsøkukabarettin 2015

 

29 juli

  • kl 12- Skrúðgonga við løgtingslimum, prestum og øðrum embætisfólki fer úr dómkirkjuni aftur í løgtingshúsið. Ólavsøkukórið syngur á Tinghúsvøllinum undir leiðslu av Bjarna Restorff.
  • kl 13 - Løgtingið verður sett
  • kl 14-17 - Kappríðing: Føroya Ríðingafelag skipar fyri kappríðing í FM3.
  • kl 15-24 - Stovumyndir: Ungu listakvinnurnar Bára Sigmundardóttir og Gvøðny Maria Áarstein sýna fram listaverk í akryl og vatnlitum, sum eru surrealistisk og litføgur.
  • kl 16-18 - Steypadystur millum HB og FC Suðuroy.
  • kl 16-22 - Reinsaríið: Livandi tónleikur við nógvum ymiskum.
  • kl 18 og 20 - Ólavsøkukabarett í Sjónleikarhúsinum.
  • kl 18 - Tórspallur: Janus á Húsagarði framførir.
  • kl 19 - Tórspallur: Lív Næs framførir.
  • kl 20 - Tórspallur: Edith framførir.
  • kl 19 - 20.30 - Fólkafundur: Unga Tjóðveldið skipar fyri fólkafundi á Doktaragrund úti á Reyni. Røður, skjaldur og tónleikur.
  • kl 22 - Tórspallur: Guðrið Hansdóttir framførir.
  • kl 24-01 - Midnáttarsangur á Vaglinum.
  • kl 01 -04:  Føroyskur dansur í Sjónleikarhúsinum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.