Her eru útbúgvingarnar við hægstu miðalkarakterunum

Her eru útbúgvingarnar við hægstu miðalkarakterunum
Tað krevst, at tú hevur 12,3 í miðal fyri at lesa International Business á CBS
30.07.2015 - 17:45

Tað eru tvær útbúgvingar, sum bróta próvtalsstigan í ár og krevja eitt miðal á yvir 12. Útbúgvingin, sum krevur hægsta miðal, er International Business á Copenhagen Business School, sum hevur eina atgonguavmarking á 12,3 í miðal. Sama útbúgving hevði í fjør eitt miðal á 12,1. Beint aftanfyri liggur molekylær biomedicin á Københavns Universitet við 12,1.

 

Í alt hava 48% av útbodnu útbúgvingunum í ár fingið fleiri førar søkjarar, enn tey hava pláss fyri, og hetta skapar eina atgonguavmarking.

 

Útbúgvingarnar, sum krevja hægst miðal:

 

Tær størstu útbúgvingarnar eru heldur ikki tær við hægstu atgonguavmarkingum. Í ár eru 5.163 umsøkjarar bjóðaðir pláss á einari námsfrøðiútbúgving. Hetta ger fakið til tað størsta, mátað á nýggj lesandi.

 

10 tær størstu útbúgvingarnar:

 

Kynsbýtið á umsøkjarunum er eins og síðsta ár. 56% av teimum upptiknu eru kvinnur, meðan 44% eru menn.

 

Í alt hava 65.298 fingið bjóðað lestrarpláss í ár. Hvør fjórði persónur, svarandi til 23.342 persónar, hevur fingið eitt nei.

 

Kelda: Politiken.dk

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.