Playlistin: Ólavur Gaard

Playlistin: Ólavur Gaard
- Alt í alt, nýtt og gamalt og alskyns sløg av tónleiki, sigur Ólavur um sín playlista
31.07.2015 - 22:30

- Playlistin er ein blanding av tónleiki, eg lurti nógv eftir nú, og tónleiki, sum hevur inspirerað meg nógv. Pink Floyd er ein av mínum yndisbólkum, og hóast eg ikki lurti so ræðuliga nógv eftir teimum í løtuni, so kemur tað meir enn so fyri, at eg vendi aftur til teirra. Men alt í alt, nýtt og gamalt og alskyns sløg av tónleiki.

 

 

- Eg lurti eftir tónleiki frá mestsum øllum tíðarskeiðum. Hvørjum eg lurti eftir er tengt at, hvørjum hýri eg eri í, og hvat eg geri. Viðhvørt finni eg eisini onkran nýggjan, spennandi  bólk og lurti so eftir honum næstan uttan millumbil. Í løtuni er tað fløguaktivi, nýsælendski bólkurin, Tame Impala, sum serliga hevur fangað mín áhuga.

 

Ólavur lurtar eftir fleiri tónleikgenrum, men honum dámar best jazz, psykadeliskan tónleik frá 60-70'unum og progressivan tónleik.

 

- Tó er tónleikur bert tónleikur í mínari verð, og genrur eru bert ein máti at kategorisera tónleik. Tí royni eg sum best ikki at hava fordómar fyri nakrari genru, tí at allar innihalda okkurt, sum sigur mær nakað.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.