Far til Pisudagar 2015

Savnsmynd
Far til Pisudagar 2015
Hundraðtals pisur er klaktar og skulu nú undir víðari lesnað. Á pisudøgunum í dag og í morgin fært tú nøkur góð ráð um viðkomandi viðurskifti, áðrenn tú fert avstað
04.08.2015 - 14:30

Hetta er tíðin, tá hundraðtals føroyskar pisur fara av landinum at nema sær viðari útbúgving. Tíðin er sera spennandi, krevur nógva fyrireiking, og hevur eisini nógvar spurningar við sær.

 

Meginfelag Føroyskra Studenta, Altjóða Skrivstovan og Eik Banki skipa tí á hvørjum ári fyri Pisudøgum, har høvuðsendamálið er, at tey ungu skulu koma so væl frá byrjan sum møguligt. Á skránni eru framløgu og fyrilestrar umframt at høvi verður at seta spurningar. Eisini hevur tú møguleika at tosa við onnur, sum eru í somu støðu, og harvið fáa svar upp á flest allar spurningar, sum stinga seg upp, tá farið verður uttanlands at lesa og seta búgv. At enda verður møguleiki at “mingla” og fáa sær okkurt leskiligt til góman.

 

Pisudagarnir byrja í dag, og tú hevur tveir møguleikar at samla tær ta vitan, tú hevur brúk fyri:

 

Týskvøldið 4. august kl. 19.00

á deildini hjá Eik í Saltangará

 

Mikukvøldið 5. august kl 19.00

á Ungdómsdeildini hjá Eik í miðbýnum í Havn

 

 

Skrá

·          Holger Arnbjerg, ið hevur drúgvar royndir við at vegleiða lesandi, fer at greiða frá, hvussu tú kanst brúka ASK í sambandi við hægri lesnað – bæði áðrenn og aftaná, tú ert farin í gongd. Harafturat hevur hann nógv góð ráð um, hvussu tú kemur væl frá lestrarbyrjan.

·          Umboð fyri Eik geva tær góð ráð um fíggjarlig viðurskifti, m.a. hvussu tú stovnar eina NemKontu og týdningin av at leggja eina góða fíggjarætlan.

·          Umboð fyri MFS greiða frá ymiskum praktiskum viðurskiftum og hvussu tú sum lesandi kanst fáa gleði av MFS. Eisini verður høvi at práta við MFS-umboð úr ymsum londum.

·          Randi Johannesen, ið dagliga ráðgevur føroyingum í Danmark, gevur tær góð ráð um m.a. skattafrádrátt, ferðaískoyti, lestrarstuðul og bústaðarviðurskifti.

·          Umboð fyri Leinkjuna koma at greiða frá, hvussu ein kann skapa sambond imillum føroyskar fyritøkur og føroyingar, sum eru undir útbúgving.

·          Eftir framløgurnar verða luttakararnir bólkaðir, alt eftir hvar tey fara at lesa. Í bólkunum verður høvi at tosa við onnur ung, ið eru/fara uttanlands í lestrarørindum og seta nærri spurningar til ASK, MFS, Eik, Leinkjuna og Ráðgevingina fyri føroyingar í Danmark.

 

 

Röddin viðmælir øllum, ið fara undir víðari lesnað, at fara til tiltakið. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.