Miss Earth Denmark er føroysk

Miss Earth Denmark er føroysk
Føroyska Turið Elinborgardóttir varð í gjár kosin til Miss Earth
16.08.2015 - 20:45

Gjárkvøldið varð vakurleikakappingin Miss Universe Denmark hildin. Í henni luttók millum annað føroyska Turið Elinborgardóttir. Vit hava sæð nógv til hennara sum Miss Universe, Faroe Islands í fjølmiðlunum, og gjárkvøldið fekk hon heitini Miss Earth, Denmark og Miss Critical Beauty aftrat. Hon vann eitt flott annað pláss út av teimum 26 luttakandi úr danska kongaríkinum. Hetta merkir, at hon gjørdist Miss Earth, Denmark.

 

Les eisini: Ein fjaldur gentudreymur

 

Sjálvt um Turið ikki vann kappingina, fær hon atgongd at luttaka í stóru internationalu kappingini, Miss Earth, sum verður hildin seinni í ár. Millum eini 80 onnur lond fer hon at umboða danska kongaríkið. Eisini kann hon luttaka í kappingini, Miss International. Hesar báðar kappingarnar eru millum 4 av heimsins størstu vakurleikakappingum.

 

Vinnarin av endaligu kappingunum fær eina peningaupphædd og møguleika til eitt gott arbeiði innan móta- og vakurleikaheimin.

 

Les samrøðu við Turið Elinborgardóttir á Röddini í morgin.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.