'Viagra' til konufólk

'Viagra' til konufólk
Mist hugin? Viagra hevur leingi verið kururin til eina veika standing, og nú kunnu konufólk eisini birta hugin við eini tablett
19.08.2015 - 15:15

Sambært Wired Magasine hava ikki færri enn ein út av tíggju kvinnum mist hugin til sex. Tó sær tað út til, at tað nú eru ráð fyri tí. Amerikanska Food and Drug Administration, eisini kent sum FDA,  hevur nemliga júst góðkent eitt medisin, ið kann betra um elskhugin hjá konufólki. Medisinið eitur Addyi, men verður í miðlunum kallað 'tann kvinnuliga viagran'.

 

Les eisini: Nýggj donsk vaccina ímóti Klamydia

 

Hóast kallinavnið bendir á, at tablettin riggar á sama hátt sum kenda medisinið Viagra, so er hetta ikki heilt rætt. Viagra økir nevnliga ikki um elskhugin hjá mannfólki, men um blóðrenslið til kynsgøgnini og ger sostatt at menn, ið hava mist standingina, kunnu fáa hana aftur. Addyi økir harafturímótir ikki um blóðrensl, men ávirkar heilan kemiskt, soleiðis at elskhugurin birtist aftur.

 

Les eisini: Angribollin - Vinur í neyðini ella hormonbumba?

 

Kontroversiell tablett

Hóast kunngerðin, um at medisinið nú er tøkt í Amerika, hevur møtt nógvum fagnaða, so er sera nógvur kritikkur eisini komin. FDA hevur nevnliga javnsett lágan elskhug hjá konufólki við sjúku og hevur eisni lýst við medisininum sum eitt slag av frambroti innan kvinnurørsluna. Hetta hevur fingið blóðið upp at kóka hjá nógvum.

 

Eisini ørkymlast fleiri um, at medisinið hevur nøkur ring hjáárin og hevur tvær ferðir fyrr verið vrakað av FDA. Men tey, ið gleðast um tablettina, siga tó, at hon hjálpir konufólki, ið ongan annan møguleika hava, meðan onnur halda, at kynslívið er fløkt og eymt, og at ikki allir trupulleikar eiga at loysast við eini tablett.

 

Hvat heldur tú, er tablettin eitt frambrot?

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.