15 mótaráð til heystið og veturin

15 mótaráð til heystið og veturin
Romantiskar blondur, gotiskt leður, einfaldir kjólar og sporty klæðir. Heystmótin ger ein og hvønn nøgdan. Les um 15 mótaráð her
25.08.2015 - 19:45

 1. Pelsur & djóraprent

Pelsur & djóraprent hava víst seg aftur og aftur á størstu mótasýningunum. Louis Vuitton, Fendi, Michael Kors, Stella McCartney og fleiri onnur góvu okkum eitt greitt tekn uppá, at pelsurin skal takast fram aftur til heystar.

 

 

 

2. Glam geeks

Ternutt klæði, kløn turrikløð, skjúrtur og niðurdeilar í knæðlongd er nýggjasti móti. Hygg at Gucci og síggj, hvussu tey blanda ymisk mynstur, legggja lag oman á lag og upp á kryds og tvørs. 

 

 

 

3. Myrkur romantikkur

Leður og myrk klæði, sum tó framhevja tað damuliga við blondum, velour og øðrum, eru væl dámd í heyst. 

 

 

 

4. Mynstur

Bæði stór grafisk mynstur og lítil blómumynstur eru nógv frammi í heyst. Mynstrini eru mong og kunnu enntá blandast saman.

 

 

 

5. 70's bohemian

Sniðgevarar hava funnið sera nógvan íblástur frá 70'unum í ár. Millum annað eru flared pants sera nógv frammi aftur. Jarðarligar farvur, avslappandi og leysthangandi klæðir, frynsar og smá mynstur. 70'ara bohemian er frammi aftur til heystar. 

 

 

 

6. Sailor

Myrkablátt, strípur og meiri myrkablátt. Myrkablátt kann brúkast frá topp til tá í heyst. Spyr bara Isabel Marant! Hon brúkar nógv myrkablátt við detaljum av hvítum, strípum ella reyðum til.

 

 

 

 

7. Drotning Victoria

Um tú ert meiri til tað romantiska, so er tað her, tú skal hyggja. Puffermar, blondur, gilturvevnaður og fles kann bæði nýtast til fín tiltøk og gerandisbrúk. 

 

 

 

 

8. 80'ini

Svart leður, skínandi tilfar og stjørnuprent. Hugsa um flashdance og Madonnu, tá tú letur teg í eftir 80’unum.

 

'

 

 

9. Harraligt í femininum sniði

Tað eru ongar lógir fyri kvinnumóta longur. Hann blívur bara meiri og meiri inspireraður av mannfólkaklæðum. Klædningur, har buksurnar og blazarin hóska saman í liti og mynstri, er uttan iva modernaður nú. Leitar tú eftir tí kvinnuliga, so vóru eisini nógv jakkasett á mótasýningunum við niðurdeili heldur enn buksum.

 

 

 

 

10. Sporty meets luxury

Vit hava leingi vitað, hvussu vit kunnu brúka sneakers við einum og hvørjum setti, men á mótasýningunum gjørdi Tommy Hilfiger tað púra trygt at klæða seg eftir High School og sportliga stílinum - tó í eini luksus versión. Adidas buksur og hettutroyggja eru tíverri ikki mótin í ár heldur ;)

 

 

 

11. Stuttir smælir stilvar

Stuttu stilvarnir við tjúkkum hali fáast í óteljandi farvum og tilfari. Teir geva tínum setti eitt feitt look.

 

 

 

12. Breitt belti

Stór breið beltir kunnu brúkast oman á kjólar, frakkar, skjúrtur og eitt og hvørt plagg. Tað er eitt must-have í vetur.

 

 

 

13. Sexutt 

Fleiri av størstu sniðgevarunum vóru ikki bangnir at vísa eitt sindur av húð á mótasýningunum. Op í blusuni, niðurhangandi v-hálsur og nógvar blondur. Tað er modernað at vera eitt sindur frek og sexutt í heyst.

 

 

 

14. Smykkur

Kanska tær ikki nýtist at hava so nógvar smykkur, sum tær niðanfyri, men eitt sindur av smykkum kann gera settið hjá tær meir stílfult.

 

 

 

 

15. Reytt

Ferðsluljós, rósur, ketchup - hugsa hvat tú vilt, men reytt er ein av mest stílfullu litunum í heyst. 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.