5 fitness-Instagrammarar, ið eru verdir at fylgja

5 fitness-Instagrammarar, ið eru verdir at fylgja
Hevur tú brúk fyri eitt sindur av íblástri til næstu venjingina ella heilsugóðu máltíðina? So átti tú at hugt á hesar Instagram brúkararnar
27.08.2015 - 16:45

 

5) @twobadbodies

Myndir: 526 - Fylgjarar: 360.524 - Fylgja: 589

 

Hóast brúkarin hjá venjingarvinkonunum ikki er í brúk í løtuni, kanst tú skrolla í tímavís og skjótt finna íblásturin til at fara ein túr í fitness-sentrið. 

Tær hava nógv video, har tær vísa góðu og effektivu øvilsini, ið tú kanst gera, bæði á rennibreyt, í fitness sentri og heima við hús. Eisini finnur tú myndir og hugskot til heilsugóðan mat.

Tú kanst enn fylgja við í teirra dagligdegi við at fylgja teimum á @kaisafit og @jenniferforrester

 

 

4) @therock

Myndir: 1272 - Fylgjarar: 25.435.108 - Fylgir: 58

 

 

Ja ... nýtist eg at siga meir?

 

 

3) @jenselter

Myndir: 627 - Fylgjarar: 7.040.910 - Fylgir: 88

 

 

Jen Selter er eitt navn, ið tey flestu kenna eftir hondini. Hon bleiv kend fyri sína flottu og væltrenaðu rumpu og hevur verið á nógvum talkshowum í Amerika fyri at snakka um væl umtókta afturendan hjá sær.

Á hennara Instagram brúkara finnur tú mest myndir av henni á strondini, á gøtuni, heima hjá sær sjálvari og í fitness sentrum.

 

 

2) @camillelbaz

Myndir: 718 - Fylgjarar: 653.619 - Fylgir: 146

 

Camille Leblanc-Bazinet vann í 2014 CrossFit Games og heiðurin sum The Fittest Woman on Earth.

Hon leggur myndir og video út dagliga av persónligum metum, máltíðum og venjingum.

 

1) @kayla_itsines

Myndir: 1953 - Fylgjarar: 3.587.752 - Fylgir: 312

 

24 ára gamla Kayla Itsines úr Avstralia er persónligur venjari og selur fitnessætlanir á netinum. Hon kallar tað Kayla Itsines' BBG (Bikini body guide) og hevur verið ómetaliga væl umtókt kring allan heimin.

Hon leggur nógvar myndir út av framgongdini hjá kundunum hjá sær. Eisini leggur hon myndir út av sunnum kosti, venjingum, ið tú kanst gera heima, og stuttligum sitatum.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.