Soleiðis gera mamma og babba

Soleiðis gera mamma og babba
Lær at vaska gólv
01.09.2015 - 11:00

Um tú júst ert flutt/ur úr reina reiðrinum hjá mammu og babba, kann vera, at tær tørvar hjálp at vaska gólv, so tú kemur avstað um morgunin, uttan at føturnir klebra og klistra fastir í gólvið.

 

Um tú ert í hesum vandabólki ella bert skalt hava valgestir í kvøld, so ert tú komin á rætta stað. 

 
 


1. Anda djúpt inn, áðrenn tú letur hurðina upp. So nýtist tær ikki at anda ringa deymin inn. 


2. Tøm gólvið, áðrenn tú dustsýgur tað. Tá fært tú allar molarnar við. 

 


3. Dustsúgv gólvið væl.

 


4. Stoyt á leið hálvan propp av gólvsápu í eina spann. Gólvsápa fæst í øllum handlum við gerandisvørum.

 


5. Koyr heitt vatn í spannina saman við sápuni. Tað er týdningarmikið, at vatnið er heitt, tí annars tekur tað ov langa tíð, til gólvið tornar aftur. Haraftrat verða feittblettir bert upploystir í heitum sápuvatni.

 


6. Finn tær eina tvøgu (tað er ein klútur at vaska gólv við), moppu ella líknandi, ið tú ætlar tær at vaska gólvið við. Ivast tú, kanst tú spyrja í handlinum, hvat tey hava at vaska gólv við. Koyr tvøguna í spannina við heita vatninum og vind væl, tí annars verður ov nógv vatn á gólvinum, og tað tekur ov langa tíð at torna.

 


7. Koyr tvøguna aftur og fram eftir øllum gólvinum. 

 


8. Vaska, so tú endar uttan fyri rúmið, tí annars verður tað fult av skitnum fótasporum. Hóast tærnar eru gullreinar, síggjast sporini aftur í vatninum. Tískil er smart, at vatnið er heitt, og at tvøgan er væl vundin, so tú sleppur skjótast gjørligt inn aftur í rúmið.

 


9. Tøm spannina, tí annars søkkur skitturin og kann seta seg fastan í botnin á spannini. Minst eisini til líka at skola spannina og møguliga turka hana eitt sindur.

 

Gott ráð: tá tú veruliga megnar hetta kynstrið til fulnar, kanst tú vaska gáttir og gólvlistar fyrst við tvøguni, tí so verður tað ikki skitið av øllum skittinum frá gólvinum. 

 

 

Kelda: mamma og babba ;).

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.