Frá fólkaskúla til miðnám

Frá fólkaskúla til miðnám
Røddin spyr, hvussu Rói, Birgit og Elin Maria uppliva broytingina
02.09.2015 - 08:45

Rói Johannesen, Handilsskúlin í Tórshavn

Hvussu er at ganga í miðnámskúla í mun til hvat tú væntaði? 

Miðnámskúlin er nógv ørðvísi enn eg væntaði. Eg trúði, at tað fór at vera strævið, at eg bara fór at sita niðri og lurta at lærarnum uppi við talvuna, sum fór at taka alt ígjøgnum slavuvíst. Men tað er slettis ikki á henda hátt! Tað er nógv meir spennandi enn eg væntaði og fakini eru nógv meira áhugaverd enn eg væntaði, og eg fái tí ordiligan hug at fylgja við.

 

Hvussu er fakliga støði samanborið við fólkaskúlan? Og hevur tú fingið nógv nýggj fak? 

Støði er væl hægri enn í fólkaskúlanum. Tað kennist eitt sindur ræðandi í byrjanini, men um man fylgjur við í tímunum og ger heimaarbeiði, merkir man tað ikki so væl. Eg havi eisini fingið nøkur nýggj fak sum virkisbúskap, sølubúskap, samfelagsfrøði og mentarfatan.

 

Á hvønn hátt gevur miðnámskúlin tær breiðari innlit í samfelagslig viðurskiftir í mun til fólkaskúlan? 

Eg havi fingið virkisbúskap og sølubúskap ið gevur mær innlit á hvussu búskapurin er, og vit fáa eisini nógv, at vita um búskapin og handilsvinnuna í hinum fakunum, sum vit hava havt leingi. Annars havi eg eisini samfelagsfrøði, ið gevur mær nógva vitan um politik.

 

Hvussu kennist broytingin frá fólkaskúlanum til miðnám? 

Tað kennist nokk so frítt at skifta úr fólkaskúlanum til miðnám. tí man ger sum man vil nú, men um man ikki tekur ábyrd kemur úrsliti har eftir.

 

Um tú skuldi valt eitt orð, ið lýsir broytingina, hvat skuldi tað so verið?

Spennandi.

 

Birgit Dahl Hansen, Studentarskúlin í Hoydølum

Hvussu er at ganga í miðnámskúla í mun til hvat tú væntaði? 

Eg hevði gjørt mær eina ímynd av, hvussu tað fór at verða. Hesa ímyndina skapti eg av, hvat míni vinfólk, sum ganga í studentaskúlanum søgdu og framløgunum hjá lærarum. Eg var satt at siga rættuliga nervøs. Eg var bangin fyri, hvussu nógv hægri støði fór at verða í mun til 9. Flokk og Nám X. Eg var eisini nervøs at vita um eg fór at klára at verða seriøs aftur eftir eitt avslappandi ár. Umframt tað fakliga sat eg eisini við nervum, tá eg skuldi hyggja at, hvørjum eg gekk í flokki við. Eg var bangin fyri, at eg ongan kendi, og at tað fór at verða bólkað í flokkinum, men eg var tó sera nøgd tá eg sá hann. Eg visti hvørji tey flestu vóru, hóast eg ikki fylgdist við teimum í dagligdegnum. Av tí gleddi eg meg bara at læra tey betur at kenna. Tað gekk ótrúliga væl socialt frá fyrsta degi, og eg kundi ikki ynskt mær betur flokk. Eg eri eisini sera nøgd við læraranar og læruháttin higartil. Tað er avbjóðandi, men als ikki ómøguligt. So leingi man møtur upp, fylgir við í tímunum, og ger skúlatingini, so gongur tað væl. Hóast eg sum smølfur bleiv dýggjvát fyrstu dagarnar, fekk eg eina serstakliga góða byrjan.

 

Hvussu er fakliga støði samanborið við fólkaskúlan? Og hevur tú fingið nógv nýggj fak?

Á leiðini eg eri á, er tað millum annað kravt at hava eitt fremmandamál á A-støði. Eg havi valt spanskt, og tað er eitt av teimum mest spennandi lærugreinunum eg havi, av tí at tað er heilt nýtt. Fakliga broytingin er stór í mun til fólkaskúlan. Undurvísingin fer nógv skjótari fram, og fyri mítt viðkomandi, føli eg beinavegin, at eg detti afturúr, um eg ikki lesi uppá og taki notatir. Man er allatíð í gongd, og tað kann vera strævið, men tað er eisini tað sum ger tað áhugavert.

 

Á hvønn hátt gevur miðnámskúlin tær breiðari innlit í samfelagslig viðurskiftir í mun til fólkaskúlan?

Eftirsum eg eri á samfelagsleiðini, verður stórur dentur lagdur á samfelags viðurskiftir. Tað er nakað, ið eg havi áhuga fyri, men ikki føli at eg veit nóg nógv um. Eg havi longu lært ymiskt innan samfelagsfrøði, og síggi fram til at læra meir. 

 

Hvussu kennist broytingin frá fólkaskúlanum til miðnám? 

Eg haldi broytingina vera størri frá Nám X til miðnám, enn frá 9. til miðnám, um man hugsar um tað fakliga. Støði í Nám X, var ikki høgt, og tað gjørdi, at eg ikki nýttist at gera tað stóra burturúr. Sjálvandi kanst tú taka Nám X seriøst, um tú velur lærugreinar og breytir til tað, men tað er nokkso nógv tað, sum man sjálvur ger tað til, og eg vildi fegin hava eitt óseriøst ár, og tað bleiv tað til. Men hóast eg ikki nam nógvan lærdóm tað árið, búnaðist eg ótrúliga nógv. Eg eri glað fyri, at eg ikki fór beinleiðis, tí nú føli eg meg klára og nóg búnað at taka 3 seriøs ár í miðnámsskúla, men tað velst um, hvussu man sum einstaklingur metur seg at vera fyri, bæði fakliga og mentalt. Broytingin er stór, men eg var klár uppá tað, so tað kom ikki sum ein skelkur.

 

Um tú skuldi valt eitt orð, ið lýsir skúlabroytingina, hvat skuldi tað so verið?

Avbjóðandi.

 

Elin Maria Jónsdóttir Stórá, Tekniski skúlin í Tórshavn

Hvussu er at ganga í miðnámskúla í mun til hvat tú væntaði?

Tað er heilt annarleiðis enn fólkaskúlin, og enn hvat eg væntaði. Eg eri eisini komin at kenna nógv nýggj fólk.

 

Hvussu er fakliga støði samanborið við fólkaskúlan? Og hevur tú fingið nógv nýggj fak?

Fakliga broytingin er ikki so stór, og støði er ikki serliga høgt. Sum nýtt fak havi eg fingið virkisbúskap og eisini hár, av tí at eg eri á hárdeildini. 

 

Á hvønn hátt gevur miðnámskúlin tær breiðari innlit í samfelagslig viðurskiftir í mun til fólkaskúlan?

Eg havi fingið og fái meira innlit í tey handaligu fakini á arbeiðsmarknaðinum, av tí at eg eri umringa av teimum á skúlanum. 

 

Hvussu kennist broytingin frá fólkaskúlanum til miðnám?

Broytingin er góð. Í miðnám stendur man á egnum beinum viðvíkjandi uppmøting og bókum. Aldursmunurin frá tí yngstu til tí elstu er rættiliga stórur (20 ár), so tað er spennandi og øðrvísi.

 

Um tú skuldi valt eitt orð, ið lýsir skúlabroytingina, hvat skuldi tað so verið?

Øðrvísi.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.