Röddin spyr: Ungu Röddirnar í Perluni

Röddin spyr: Ungu Röddirnar í Perluni
Vit hitta mannin aftan fyri navnið Meta Ford, Lauru Edit Gunnváardóttir og Rebekku Petersen, sum øll vera at síggja í Perluni fríggjakvøldið
03.09.2015 - 14:00

Hjørtur Lamahauge, diskari

Ungi gøtumaðurin, Hjørtur Lamhauge, er eitt nýtt navn innan føroyska tónleikapallin. Hann gongur undir navninum META FORD og hevur í seinastuni diskað í Sirkus.

 

Les eisini: Ungar Röddir í Perluni

 

Hvørji 3 ting hevði tú tikið við, um tú vart einsamallur á eini oydnari oyggj?

- Nokk mín Super Nintendo og eitt portable sjónvarp. Eftirsum at eg aldrin gevi mær sjálvum tíð til at spæla við hann, tá ið mann annars ætlar at púra svakt hygga sær, inntil mann byrjar at keða seg og ringir eftir farti frá Lítlu Dímum til Gøtu. Fartelefonin er væl at merkja tað triðja tingið, sum eg hevði tikið við.


Forklára litin gult til ein blindan persón

"Yellow is the warm sun while a cool breeze blows on your face. Yellow is exciting without being loud or angry. It is a warm, soft color, like a baby chick, or the warmth of sunlight in springtime streaming through a window warming up a patch on the carpet." would ask them if they have sat near a fire on a cold day. How did they feel? Did they feel warm? Did they feel happy? I would say then that for most people, the color yellow is that feeling one has when near a fire on a cold day.

 

- Væl at merkja um eg hevði havt internetsamband í táverandi støðu. Um ikki .. so bara fyristilla sær eina banan og taka tað harfrá.

 

Hvat er tað síðsta, tú tók eina mynd av?

Ein mynd av Batman, sum liggur undir einum ølglasi.

 

Um tú kundi sungið ein sang í American Idol, hvønn hevði tú so valt og hví?

- 4'33 hjá John Cage, tí at eg blívi nokk so nervøsur framman fyri einum dómarapaneli.

 

 

 

META FORD Vacuum-cleaning mix vol. 1 by Meta Ford on Mixcloud

 

 

 

Rebekka Petersen, tónleikari

Unga songkvinnan Rebekka Petersen gav út sína fyrstu fløgu í 2014 við heitinum "Byggi Borgir".

 

Hvørji 3 ting hevði tú tikið við, um tú vart einsamøll á eini oydnari oyggj?

- Hevði tikið knív, soviposa og telt.
 
 
Forklára litin gult til ein blindan persón

- Hetta er ringt at svara uppá. Eg seti árstíðina vár í samband við gult. Og fuglar sum syngja. Og eitt sindur av hita frá sólini. Og morgun. Haldi at fornemmilsir/ljóð/luktir úr hesum løtum kunnu geva eina ímynd av hvørja persónligheit, eg haldi, at gult hevur.

 

Hvat er tað síðsta, tú tók eina mynd av?

- Tað síðsta, eg tók mynd av, var av einum roykilsispinni.

 

Um tú kundi sungið ein sang í American Idol, hvønn hevði tú so valt og hví?

- Eg hevði sungið Dukka mín er blá. Bara sum ellars.

 

 

 

Laura Edit Gunnváardóttir, listafólk

21 ára gamla Laura Edit Gunnváardóttir hevur málað og teknað í nógv ár. Hon hevur millum annað havt listasýning í Smiðjuni í Lítluvík og verið við til at prýða Grundina á G! 2015.

 

Hvørji 3 ting hevði tú tikið við, um tú vart einsamøll á eini oydnari oyggj?

- Eg hevði absolutt tikið ein knív við, tað er alneyðugt, um mann skal yvirliva. So hevði eg allarhelst tikið onkur klæðir við, tí tað er gott nokk eisini týdningarmikið bæði í hita og kulda. Og til síðst hevði eg tikið eitt mannfólk við mær, tí kanska verður tað keðiligt, og mann kann nokk altíð brúka eina hjálpandi hond og eitt sindur av kropshita.

 

Forklára litin gult til ein blindan persón

"Minnist tú teir heitu summardagarnar, tá vit kundu sita uttanfyri í ongum jakka, tað var heitt, men vindurin gjørdi soleiðis, at vit ikki blivu alt ov heit? Handan kenslan er gul."

 

Hvat er tað síðsta, tú tók eina mynd av?

 - Tad seinasta, eg tók mynd av, var himmalin á mínum 21 ára fødingardegi síðsta sunnudag (30.08).

 

Um tú kundi sungið ein sang í American Idol, hvønn hevði tú so valt og hví?

- Eg hevði allarhelst sungið Don't Wanna Miss A Thing hjá Aerosmith, tí eg havi altíð verið ein stórur Aerosmith fjeppari, og Steven Tyler skrivar nakrar fantastiskar tekstir. Samstundis gevur hesin sangurin tær fríar teymar til at flippa fullstendigani út, improvisera og bara sum heild at liva teg djúpt inn í bæði sang, guitarsoloir, trummur og tað heila alt!

 

 

 

Kom oman í Perluna fríggjakvøldið klokkan 21, har øll hesi verða at hoyra og síggja.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.