19 ára gamla Svanna hevur sítt egna virki

Egin mynd
19 ára gamla Svanna hevur sítt egna virki
Svanna Tórðardóttir starvast sum persónligur venjari í sínum egna virki
03.09.2015 - 04:00

Svannu hevur altíð dámað at íðka ítrótt. Partvíst tí hon frá ungum árum er blivin eggjað til tað. Áhugin fyri fitness byrjaði fyri trimum árum síðani, tá hon hevði vant miðvíst tvey ár.

 

Fyri nøkur kann tað at fara í eina fitnessmistøð vera sera mogið, men tað heldur Svanna ikki – tvørturímóti. Svannu dámar væl at kappast við seg sjálva, og so dámar henni væl, at hon sjálv sleppur at avgerða, hvør vøddi skal trenast, ella við øðrum orðum "pumpast".

 

- Eg royni altíð at blíva betri enn tann besta eg! Eg kann tillaga mína venjing, soleiðis eg fái tey úrslit, eg ynski, og úrslit, ja… Tað veldst alt um, hvat eg leggi í venjingina.

 

 

Fitnesslívið inniber annað enn at venja

Svanna heldur, at fitnesslívið er lættast, tá hon er í fitnessmiðstøðini, av tí at tað er har, hon veruliga fær hugsavna seg um at venja. Harafturat fylgir eisini sunnur, fjølbroyttur kostur við so sum kjøt, fiskur og egg – og síðani 2 litrar av vatni um dagin.

 

- Eg eti 5-6 máltíðir um dagin. Tríggjar høvuðsmáltíðir og tríggjar millummáltíðir sum til dømis kann vera frukt, egg ella hálvt breyðstykki. So er svøvnur eisini sera umráðandi, har eg royni at fáa umleið sjey tímar av svøvni hvørja nátt, soleiðis at vøddarnir fáa ta tíð teimum tørvar at byggja seg upp aftur eftir eina venjing.

 

 

Droymdi altíð um at verða lærari

Tá Svanna var yngri, ætlaði hon at gerast lærari, men tó broyttist hendan hugsanin, tá hon kom í Hoydalar. Hon vandi nógv í Yndi eftir skúlatíð, sum eisini elvdi til, at hon fekk møguleikan at taka útbúgving sum fitnessvegleiðari gjøgnum fleiri vikuskifti. Eftir at Svanna hevði staðið royndina, fekk hon boð um at útbúgva seg víðari sum persónligur venjari, og hetta takkaði hon ja til.

 

- Tað eru fólk, sum koma inn fyri fyrstu ferð og ikki vita, hvønn veg tey skulu venda. Tey hava kanska gingið í Yndi í fleiri mánaðir uttan at síggja nakað úrslit. Hetta eru fólk, ið eru sera fegin um at fáa persónligan venjara.

 

 

Snýr seg um at tosa jaligt um venjing

Í 2014 fekk 19 ára gamla Svanna Tórðardóttir prógv sum fitnessinstruktørur. Árið eftir fekk Svanna prógv sum persónligur venjari. Fyri fáum mánaðum síðani byrjaði Svanna fyritøkuna, SVANNA, har hon nú av álvara fær nýtt sínar førleikar sum persónligur venjari. Svanna hevur brúkt nógv facebook sum miðil til at røkka út til møguligar kundar.

 

- Tað snýr seg um at tosa positivt um venjing, deila sína facebook síðu (sum er /SvannaPV ) og allatíðina vera klár til at svara spurningum frá møguligum kundum. So kann mann ikki gera so nógv meira. Um tú hevur røttu vøruna og nøkur góð úrslit at vísa á, so skal tað nokk fara at rigga. Sjálvsagt hevur tað eisini stóran týdning, at mann hevur góð vinfólk og familju aftrat sær, sum hjálpa til. Uttan tey hevði tað ikki verið lætt.

 

 

Hóast Svannu dámar væl sítt arbeiði, ivast hon í, um hetta fer at vera hennara yrki restina av lívinum.

 

- Eg havi hoyrt, at tað ikki eru nógvir persónligir venjarar, ið halda út longri enn 7 ár. Men eg taki tað, sum tað kemur. Beint nú tími eg væl hetta og dugi ikki at síggja, hvat annað eg skuldi farið og gjørt. Eg má bara finna útav, um tað ber til at liva av hesum her heima. Um ikki so mugu onkrar broytingar gerast.

 

Svanna er millum tey fáu ungu í Føroyum, ið hava sítt egna virki. At vera ungur og hava sítt egna virki krevur umframt dirvi eisini eldhuga.

 

- Fyrst og fremst vil eg siga, at ein skal brenna fyri tí, ein fer í gongd við. Ein skal vakna og gleða seg til dagin, ið stendur fyri framman.

Eisini leggi eg stóran dent á at fáa alt tað ’formella’ upp á pláss. Her hugsi eg um at hava alt við pengum og løn upp á tað reina, soleiðis at ein ikki kemur í klemmu við tað seinni.

Annars so vil eg bara siga: Go for it! Tað er ótrúliga spennandi, øðrvísu, læruríkt, stuttligt og ikki minst avbjóðandi, sigur Svanna Tórðardóttir at enda.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.