Röddin spyr: Ungu Röddirnar í Perluni

Röddin spyr: Ungu Röddirnar í Perluni
Hesa ferð hitta vit Maritu Vestergard, SAKARIS, Onnu Maluna og Punjab sum øll verða at hoyra í Perluni í kvøld
03.09.2015 - 20:00

SAKARIS, tónleikari

Sakaris Emil Joensen, ella SAKARIS, hevur verið sera aktuellur við heili trimum væl umtóktum stakløgum seinasta árið. Útgávan 'I Have Beautiful Eyes' í 2012 setti av sonnum gongd í hjá SAKARISI, og er hann síðani blivin ein av fremstu elektro-tónleikarunum í føroyska tónleikaheiminum.

 

Hvørji 3 ting hevði tú tikið við, um tú vart einsamallur á eini oydnari oyggj?

Macbook, løðara til Macbook og verðins longsta forleingjara, sum eg onkursvegna hevði ført undir havið og allan vegin fram til eina stikkontakt í nærmastu sivilisatiónini. Kanska eg hevði fingið eygað á eitt skip, ið silgdi framvið, sum hevði kunnað orðnað tað fyri meg; dragsa kaðalin aftan á sær yvir um hav. Harafturímóti so kundi eg akkurát tað sama farið umborð á skipið og fingið teir at siglt meg heim. So hevði forleingjarin verið óneyuðugur, tí har heima røkkur løðarin fínt til stikkontaktina við síðuna av songini.

 

Forklára litin gult til ein blindan persón

Sær út sum ein sítrón luktar. Fjollutur, øseriøsur litur. Minnir um edikk. Hevði faktiskt sagt við persónin, at í hesum førinum missir hann/hon einki.

 

Hvat er tað síðsta, tú tók eina mynd av?

Tók eina super seksuta profilmynd av einum vinmanni, sum ætlar at skora.

 

Um tú kundi sungið ein sang í American Idol, hvønn hevði tú so valt og hví?

Hugsaði at taka onkran persónligan favorit, men tað hevði aldrin vunnið Idol. So eg veit ikki. Okkurt Beyonce, kanska XO. Tí tað er mainstream OG djúpt. Hevði nokk verið eitt dundrandi flopp hjá mær, men whatever.

 

Marita Vestergaard, listafólk

Marita Vestergaard hevur málað, síðani hon var 15 ára gomul, og hon nýtir yrkisnavnið Vatiram. Millum annað hevur hon havt eina listasýning í Runavík í samband við sólarmyrkingina.

 

Hvørji 3 ting hevði tú tikið við, um tú vart einsamøll á eini oydnari oyggj?

 Mína máliútgerð, mín elskaða og nokk av vatni.

 

Forklára litin gult til ein blindan persón

Ein heitur puff litur, kann kennast óbehagiligur og áloypandi. men í røttu samansetingini kann hann vera okey.

 

Hvat er tað síðsta tú tók eina mynd av?
Mær sjálvum í ljósinum frá einum lyktapela.

 

Um tú kundi sungið ein sang í American Idol, hvønn hevði tú so valt og hví?
Ein hjá Ella Fitzgerald, antin sugar blues ella cheek to cheek. Hon var deiliga provo, og eftir mínum tykki, framman fyri sína tíð. Og hon syngur feitt.

 

 

 

Punjab, tónleikarar

Punjab er ein bólkur mannaður av seks sera dugnaligum ungum monnum, sum spæla blues inspireraðan, alternativan funk-rokk tónleik. Við í bólkinum eru Matthias Kjølbro á saksofon, Árni Johannesson á sangi, Tórði Dam Jacobsen á trummum, Robert Bjarnason á gittar, Kári Fossaberg Ellingsgaard á bassi og Kristian Pauli Ellefsen á ljómborðum. 

 

Vita hava sett forsangaranum, Árna Johannesson, nakrar spurningar.

 

Hvørji 3 ting hevði tú tikið við, um tú vart einsamallur á eini oydnari oyggj?

Kollin, fløguspælaran (inkl. fløgur) og so má eg nokk eisini siga damuna ;)
 

Forklára litin gult til ein blindan persón

Tað verður verri.. 

 

Hvat er tað síðsta, tú tók eina mynd av?

Telefonin er ein Nokia fyri slakar 300 kr., so tað er ikki oftani, at myndir verða tiknar. Ja... so... minnist ikki rættiliga.

 

Um tú kundi sungið ein sang í American Idol, hvønn hevði tú so valt og hví?

Onkran feitan hjá Lukas Graham ella Joe Cocker. (Hevði aldri meldað meg til eina sangkapping)

 

 

Anna Malan, Skald

20 ára gamla Anna Malan Jógvansdóttir er eitt sera kreativt menniskja. Hon hevur víst síni kreativu evnir í alskyns listagreinum, og í kvøld verður høvi at hoyra hana lesa yrkingar upp. Hon hevur givið sítt fyrsta yrkingasavn út í ár við heitinum "Undirfloyma"

 

Hvørji 3 ting hevði tú tikið við, um tú vart einsamøll á eini oydnari oyggj?

Stormkøk, knív og telt.

 

Forklára litin gult til ein blindan persón

Gult er ein ljósalda, sum hevur bylgjulongdina 585-575 nm.

 

Hvat er tað síðsta, tú tók eina mynd av?

Rabarbusaft, sum eg sjálv havi gjørt

 

Um tú kundi sungið ein sang í American Idol, hvønn hevði tú so valt og hví?

Eg hevði ikki funnið uppá at melda meg til American Idol ella aðrar talentkappingar, so eg veit ikki.

 

Kom oman í Perluna fríggjakvøldið og sígg hesi og fleiri onnur.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.