Victoria hugleiðir: Hvussu skal eg vita tað?
- Eg trúgvi, at eg tosi fyri nógv, tá eg sigi hetta! Fleiri, sum eg havi tosað við, vita ikki hvat vinstra og høgra er. Hvat sosialisma og liberalisma er
05.09.2015 - 16:45

 

Orð: Victoria Biskopstø

 

 

Valið er júst farið aftur um bak. Valfepurin var høgur. Plakatir av alskyns andlitum, litum og støddum vóru at síggja runt í Føroyum. Summi væl kend, onnur heldur nýggj. Miðlarnir tóku stóran lut í valstríðnum og settu fyri sín part dagsskránnað. Vanligi samrøðuspurningurin fór frá ”hvussu gongur?” til ”Nú? Klár/ur at velja?”. Fylgt varð eyka væl við í tíðindunum. Ja, valstríðið hevði stóra ávirkan á gerandisdagin.

 

Í tíðindunum 11.08.15 var eitt innslag um, hvussu óvitandi ungdómur okkara er innan politikk og samfelagsviðurskifti. Nøkur ung fólk vórðu spurd ymsar spurningar um politikkin í Føroyum, tosað var við Herálv Jacobsen, formann í Føroya Lærarafelag, og Anniku Sølvará, forkvinnu í felagnum Heim & Skúli. Spurningarnir, ið tey ungu vórðu spurd um, vóru um vinstravendar flokkar í Føroyum, hvørjum flokki Eyðgunn Samuelsen er í, hvørjir flokkar sita í samgonguni o.s.fr. Tey ungu svaraðu annaðhvørt skeivt, ella vistu tey ikki. Tey søgdu t.d. Eyðgunn Samuelsen at sita í Sjálvstýrisflokkinum og at átta flokkar vóru stillaðir upp til løgtingsvalið. ”Fúl skomm” havi eg hoyrt onkran siga. Eg taki fullkomiliga undir við viðkomandi. Tó er tað vert at spyrja spurningin: Hvønn er hetta skomm fyri?

 

Eg eri júst fylt 18 ár. Eg setti mín fyrsta kross til løgtingsvalið fyri nøkrum døgum síðan. Eg eri fødd í 1997, og vit, sum fyltu áðrenn 1. september, vóru so heppin at sleppa at hava okkara ávirkan á, hvussu landið verður stýrt, stutt eftir at vit gjørdust myndig.

 

Eg gekk í 9. flokki á eftirskúla í Danmark og hevði tá samfelagsfrøði fyri fyrstu ferð.  Eg hevði ongantíð havt samfelagsfrøði fyrr, og hetta var sum kinesiskt fyri mær. Eg visti ikki, hvat vinstra og høgra var, og tá hinir næmingarnir vistu so nógv meira enn eg innan samfelagsfrøði, og støðið var ov høgt til mín, fekk eg tískil lítið og einki burtur úr hesi lærugrein tað árið.

 

Í Føroyum hava vit ikki samfelagsfrøði í fólkaskúlanum. Tú fært samfelagsfrøði, tá tú fert á miðnámsskúla. Flestu ungu byrja miðnám sum 16-17 ára gomul. Eg byrjaði sum 17 ára gomul, og tá fekk eg fyri fyrstu ferð undirvísing í samfelagsfrøði á føroyskum. Summi fara slett ikki á miðnámsskúla. Hvat við teimum?

 

Eg havi altíð hildið, at politikkur bert var fyri tey vaksnu. At eg hevði ikki møguleika fyri at vera við í prátinum, tá tosað varð um politikk. Vaksnamannaprát. Brádliga vóru plakatir av ymsum persónum runt í býnum. Eg trúgvi, at eg tosi fyri nógv, tá eg sigi hetta! Fleiri, sum eg havi tosað við, vita ikki hvat vinstra og høgra er. Hvat sosialisma og liberalisma er. Evnini á nógvum politiskum valfundum í seinastuni hava verið um fiskivinnu, skatt o.s.fr. Tað er øgiliga lætt at hava eina meining um etisk mál, men tað er sera ringt at hava eina meining um fiskivinnu og skatt, tá ein ikki hevur ánilsi yvir, hvussu skattaskipanin ella fiskivinnan gongur fyri seg. Tískil kann eisini vera vandi fyri, at tú bert atkvøðir fyri flokkinum ella persóninum grundað á etisku málini, men tá tú eina ferð fært skil á fiskivinnu og skatti, ert tú rúkandi ósamd/ur.

 

Hetta haldi eg vera ov galið! Eg haldi tað vera ov galið, at veruleikin um at vit sjálv skulu atkvøða, at vit sjálv skulu vera við til at ávirka, at vit sjálv eisini hava rættin at stilla upp og hava meiningar er so fjarur frá okkum! Hetta valið kendist fyri mær sum nakað, eg brádliga varð blakað út í. Eg VIL vera við, men eg skilji ikki helvtina av tí, ið gongur fyri seg. Annaðhvørt orð er okkurt fínt orð, sum eg ongantíð havi hoyrt fyrr. ”Almenn vitan” hugsar onkur. ”Tit kundu bara fylgt betur við sjálv,” hugsar onkur. Nei! Hetta er nakað, man EIGUR at hoyra um í fólkaskúlanum. Tað er skomm, at fólk fara úr 10. flokki og vita ikki, hvussu politiska skipanin í Føroyum er.

 

Hetta eiga vit at broyta. Øll hava rætt til at fáa vitan um samfelagsviðurskifti – eisini børn hjá foreldrum, ið ikki hava áhuga fyri politikki. Vit síggja, at ungdómur okkara er, sum Sonja Jógvansdóttir tekur til: ”til dystin fús” at menna sína vitan og meiningar. Samfelagsfrøði er ein lærugrein við kjaki, har tað ikki bert er ein endalig loysn til alt. Ein lærugrein har tað ikki eru endaligar reglur settar.

 

Um vit høvdu raðfest tímatalvuna í fólkaskúlanum eitt sindur øðrvísi, so at vit kundu fingið samfelagsfrøði inn í fólkaskúlan í 7. ella 8. flokki, høvdu næmingarnir, ístaðin fyri at øtast fyri valinum, tí mann ikki hevur ánilsi yvir, hvat tosað verður um, glett seg til endiliga at seta sín kross, tí mann langt síðan hevur skapað sær eina fatan av politikki og harvið skapað sær eina meining. Ungdómurin kundi lært at kjakast, og at tað er í lagi at vera ósamdur. Lært at virða aðrar hugsjónir og lært, at føroyskur politikkur ikki bert er vaksnamannaprát! 

 

 
 

 

 

Føroyskir skiftisnæmingar - dreymurin um tí stóru verð
Alt tú skalt vita, áðrenn tú byrjar miðnám Tíðin er komin har gamlir vanar vera lagdir til síðis og alt broytist.
Video: Magnus fer sunnudagin til Portugal at sparka fótbólt 18 ára gamli Magnus Holm, sum hevur gjørt um seg bæði á ungdóms landsliðinum og besta liðnum hjá B36, tekur nú næsta stigið í hansara fótbóltskarieru...
Lopfjølin fyri ungar íverksetarar Hugskotið hjálpir tí unga íverketaranum at koma í gongd. Sóley Heradóttir Hammer og Jóannes Huusgaard á Fløtti greiða frá hvat Hugskotið er.
Hevði tú yvirlivað G! festivalin í einum pappkassa? Til G! festivalin 2018 bar til at keypa sær papptjald í staðin fyri eitt vanligt. Barbara Dahl McBirnie keypti saman við vinkonuni eitt papptjald