Fanga tín egna Pokémon

Fanga tín egna Pokémon
Nintendo hevur kunngjørt eitt nýtt smartphone spæl, ið letur teg fanga pokémons í veruliga heiminum
13.09.2015 - 16:30

Gekst tú eisini og droymdi um at gerast pokémonvenjari, tá tú vart lítil? Nú verður dreymurin kanska skjótt veruleiki; ella næstan.

 

Fanga Pokémons við tíni telefon

Komandi ár kemur spælið Pokémon Go nemliga til smartphones. Spælið er eitt sokallað ARG (tað er Alternate Reality Game), ið setur pokémons inn á landkortið á telefonini, soleiðis at pokémons á tann hátt verða ein partur av veruliga heiminum.

 

Eitt dømi um, hvussu spælið visuelt fer at samansjóða pokémons við veruliga heimin

 

A wild Pikachu appeared!

Við Pokémon Go appini á tíni telefon og einum serligum pokéball armbandið, sum kann nýtast til spælið, kanst tú spora teg fram til pokémons í økinum rundan um teg, fanga teir og berjast við aðrar veruligar spælarar. Ímynda tær, at tú gongur ein túr í haganum, og at tú knappliga fært at vita frá appini, at ein Pikachu er tætt við? Hetta fer milt sagt at gera gongutúrar eitt sindur meira spennandi.

 

Armbandið, Pokémon Go Plus, kann nýtast saman við appini og sigur tær frá, nær pokémons eru tætt við

 

 

Enn eru tað einans generellar upplýsingar um spælið, ið eru komnar út, og er tí ikki heilt greitt júst, hvussu alt kemur at virka. Men spælið verður útgivið onkuntíð í 2016 til Android og iOS og verður ókeypis at spæla. Inntil fleiri upplýsningar koma, kanst tú droyma teg burtur í promo-filmsbrotinum, sum Nintendo hevur gjørt til spælið.

 

 

 

 

kelda: geek.com

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.