Málmsstjórnin søkir eldsálir

Málmsstjórnin søkir eldsálir
Dámar tær málmstónleik og at skipa fyri tiltøkum? Áhugafelagið Upp við Hornunum manglar fólk til at røkja málmspallin í Føroyum
29.09.2015 - 21:30

Tað byrjaði við, at Teitur Egholm Fossaberg og Fróði Tórálvsson Stenberg skipaðu fyri Wacken Metal Battle í Føroyum. Eftir hetta tiltakið valdu teir at gera eitt áhugafelag, sum skuldi gera, at teir stóðu sterkari, enn um teir stóðu sum einsamallir fyrireikarar.

 

Uppgávan hjá UVH var m.a. at nøra og hjálpa føroyska málmspallinum at vinna frama her heima og samtíðis økja um møguleikarnar hjá føroysku bólkunum at koma út um oyggjarnar at spæla. Síðani tá hevur felagið ment seg, og fleiri fólk eru komin uppí.

 

Nevndin við Søren Weiss Kristiansen frá danska Blastbeast til G! festivalin í 2015

 

- Av tí at eg eri dómari í Wacken í Týsklandi hvørt ár og eisini eri vorðin dómari til Metal Battle Danmark, meta vit, at vit kunnu hava ein stóran leiklut. Tað vil siga, at netverkið verður ment hvørt ár, sum bara kann gagna føroysku tónleikabólkunum, tá ið teir eru klárir at fara út at spæla aðrastaðni enn í Føroyum, sigur Teitur.

 

Tónleikarar til ársins Tungu Summartónar

 

Tey hava síðani tá hildið lív í málmspallinum í Føroyum. Tey hava nøkur føst tiltøk, m.a. Jólamálmin annað jólakvøld og kenda Wacken Metal Battle, sum Hamferð vórðu heimsmeistarar í á sinni. 

 

Í dag varð eitt neyðarróp sent út á facebook, har tey søkja eftir nýggjum fólki. 

 

SOS SOS SOS SOS SOS SOS Eitt Neyðarróp úr UVH leguni! Aftaná summarfrítíðina hava vit verið so óheppin at vit hava...

Posted by Upp Við Hornunum on 29. september 2015

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.