Listafólkið: Elisabet Maria Pálsdóttir

Listafólkið: Elisabet Maria Pálsdóttir
Unga listakvinnan Elisabet Maria vísir tær sínar myndir og greiðir frá, hvat henni dámar at skapa, og hvaðani íblásturin kemur
04.10.2015 - 13:45

20 ára gamla gøtukvinnan, Elisabet Maria Pálsdóttir, trein í ár fram á føroyska myndlistapallin, tá hon debuteraði við síni fyrstu listaframsýning í august. Hóast ungan aldur, so hevur tað at mála leingi verið ein partur av hennara tilveru.

 

- Eg haldi ikki, mann kann siga, at eg nakrantíð byrjaði at mála. Tað hevur altíð á onkran hátt verið ein partur av mínum lívi. Pápi mín dugdi sera væl at mála og eisini onnur í familjuni, so tað hevur altíð verið har.

 

Hvør strika er ein kensla

Listin hevur ein stóran týdning í lívinum hjá Elisabet Mariu. Við listini fær hon kenslurnar út, á ein annan hátt, enn at tosa um tær. Kenslurnar verða festar á eitt pappír ella lørift, og fungerar tað at tekna og mála terapeutiskt.

 

- Tá eg hevði sýningina í Ribarhúsi, hugleiddi eg um akkurát hetta og greiddi frá, at myndirnar allar eru ymiskar. Tær hava hvør sín týdning, og hvør av okkum uppliva tær ymiskt. Hvør strika er ein kensla, ein tanki, sum er komin trilvandi úr mær. Djúpt í einum hjørni hevur hon goymt seg og bíða, bíða til tíðin var tann rætta. Seint á kvøldi ella mitt á degi sleppur strikan at festa seg í eitt annað hjørn, ið er meir hóskandi, og har hon trívist betur.

 

Friður frá umheiminum

Elisabet Mariu dámar eisini sera væl at blanda tekning og máling saman.

- Mær hevur fyri tíðina dámað væl at tekna figurar, ið hava eitt menniskjasligt skapilisi, og síðan at føra litir til myndina við at dryppa ein dropa og síðan síggja, hvat hendir við honum, um eg eitt nú blási á hann. 

 

Unga gøtukvinnan greiðir frá, at tá hon teknar ella málar, so fer hon onkursvegna inn í seg sjálva og finnur eitt stað ella eina kenslu, sum hon vil fáa út.  

- Eg kenni tað, sum fái eg frið eina løtu frá umheiminum og slappi av. Tað er ein góð kensla at fáa yvirblikk yvir kenslur og tankar. 

 

"Listin er ein partur av mær"

- Alt ávirkar meg, greiðir listakvinnan frá, og kemur íblásturin til hennara úr ymsum ættum, bæði uttanifrá og innan.

 

Elisabet Maria væntar, at listin altíð verður ein partur av hennara lívi.

- Tað hevur so nógv at týða fyri meg. Eg havi ongar stórar ætlanir, men listin er ein partur av mær, so henni sleppi eg nokk ikki undan, um eg vil tað ella ei.

 

 

 

 

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.