Frásøgn: Útvarpsbiografur Til Lindu

Frásøgn: Útvarpsbiografur Til Lindu
- Í myrkrinum gert tú tær tína egnu hugmynd av lívinum hjá Rasmusi og lagnu hansara. Lívið tykist mangan litríkt og vakurt, og vakri tónleikurin styðjar eisini upp undir hesar løtur. Men aftan fyri lívsins litríku síður, krógvar seg ein myrk skuggasíða
08.10.2015 - 21:30

Vanliga standa fólkini og troka fyri at standa fremst við hurðina inn. Í kvøld er tað útvarpsbiografur á skránni á Tjóðpallinum. Tað merkir, at pallurin er svartur, og tú skalt bara sita og lurta, meðan útvarpsbiografurin ella "hoyringin" (hetta er jú ikki ein sýning, leggur verturin stóran dent á) koyrir.

 

Í kvøld trokar ongin. Fólkini ganga spakuliga inn í salin. Eingin veit, hvar tey skulu seta seg. Her er jú einki "besta pláss", sum annars plagar at vera í miðjuni ella fremst. Fólk ganga so líðandi inn. Tey fyrstu upptiknu plássini eru ovast og annars spjødd um allan salin. Salurin er nærmast fullur. Og enntá er tað eykasýning.

 

Tað merkist, at hetta er fyrstu ferð. Hvat skal mann vænta? Hvat skal mann gera? Og hvussu skal mann reagera? Hóast hetta er eykasýning, so er tað kortini ein útvarpsbiograffrumsýning hjá áhoyrarunum, sum ongantíð hava roynt hetta áður í Føroyum.

 

Hoyringin snýr seg um Rasmus Rasmussen, sála, sum framdi sjálvmorð í viðarlundini. Tað er ein sorgblíð søga, sum miðlarnir eisini gottaðu sær av á sinni við góðum yvirskriftum.

 

Tað, sum ivaleyst stendur eftir í minninum á fólki, er, at Rasmus framdi sjálvmorð, tí hann í 2006 bleiv álopin – tí hann var samkyndur.

 

Rasmus eisini hevði ein part av skyldini sjálvur, heldur mamman. Hann var sálarsjúkur og var fleiri ferðir innlagdur á psykiatrisku deild. Søgan er væl bygd upp. Mann fær eina kenslu av, at mann onkursvegna kennir og skilir Rasmus nógv betur. Tónleikurin er snigfundiga nýttur og styðjar upp undir einum til tíðir hugnaligum, men eisini sorgblíðum huglagi.

 

Til Lindu er heitið á hoyringini. Hví tað? hugsaði eg við mær sjálvari. Men grundgevingin er við í hoyringini. Á lepar, mappur og lutir hevði Rasmus skrivað "til Lindu". Linda, ið er tvíburasystir Rasmus, valdi at gera nakað við hetta. Sorgin er tung at bera, men ein háttur at viðgera sorgina, var at gera nakað við alt tilfarið, ið Rasmus læt eftir seg.

 

Og tað bleiv til eina sera flotta útvarpsmontasju. Í myrkrinum gert tú tær tína egnu hugmynd av lívinum hjá Rasmusi og lagnu hansara. Lívið tykist mangan litríkt og vakurt, og vakri tónleikurin styðjar eisini upp undir hesar løtur. Men aftan fyri lívsins litríku síður, krógvar seg ein myrk skuggasíða. Tú fært gásarhold um allan kroppin, tá tú hoyrir um viðgerðina og umstøðurnar á psykiatriska deplinum. Ljóðið er kalt. Kenslan er køld.

 

 

At salurin er heilt myrkur, passar ikki heilt. Eitt sindur av ljósi er uppi undir loftinum, og so lýsa grøn/hvítu "EXIT" skeltini. Svørtkløddu fólkini síggjast ikki, men tað gera tey í hvítum klæðum. Hetta minnir ikki sørt um lýsingarnar hjá Ferðslutrygd.

 

Eins og Ferðslutrygd vil varpa ljós á trygdina, so ger montasjan eisini tað. Montasjan Til Lindu varpar í øllum førum ljós á lagnu Rasmusar og vantandi viðgerð og umstøður hjá teimum, ið liva við sálarsjúku.

 

Endamálið við tiltakinum var at savna pening inn til Fountainhúsið, ið hevur ymisk tilboð til teirra, ið liva við sálarsjúku. Slakar 37.000 krónur komu inn í samband við tiltakið, og allur peningurin fer óskerdur til Fountainhúsið.

 

 

Upplivdi tú ikki útvarpsbiografin og rørandi útvarpsmontasjuna, so hevur tú møguleika at hoyra hana í útvarpinum á altjóða sálarheilsudegnum, leygarkvøldið 10. oktober kl. 18.15. 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.