Instagram-stjørna avdúkar veruleikan

Instagram-stjørna avdúkar veruleikan
Fleiri enn 500.000 fólk fylgdu 18 ára gomlu Essena O'Neill og hennara, at síggja til, perfekta lívi á instagram. Nú hevur hon strikað brúkara sín og greiðir frá sannleikanum um myndirnar
04.11.2015 - 15:00

18 ára gamla avstralska Instagram-stjørnan Essena O'Neill hevur leingi dokumenterað lívið hjá sær á sosialum miðlum. Men tað er serliga á Instagram, har hon vísti fram síni klæðir, matvanar, kropp, smyrsl og heimsáskoðan, at hon er blivin kend.

 

Eitt lív uttan innihald

Nú hevur Essena strikað sín brúkara og ynskir at spjaða boðskapin, at sosialir miðlar ikki umboða veruleikan. Hóast hon á myndunum sá út til at liva tað perfekta lívið, vil hon vera við, at tað var eitt lív uttan innihald, tí at hon brúkti meginpartin av degnum upp á at taka hundraðtals av selfies fyri síðani at velja tí bestu og viðgera hana, soleiðis at hon sá perfekt út.

 

 

Essena var m.a. kend fyri at leggja sokallaðar 'fitspo' myndir út - t.e. 'fitness inspiration' - ið skulu eitast at geva øðrum íblástur til at venja og liva sunt. Men nú avdúkar hon, at hon í veruleikanum als ikki var sunn, men át lítið og einki og einans hugsaði um at síggja nóg kløn út á øllum myndunum.

 

- Eg ynski, at ungar gentur skulu vita, at hetta ikki er veruligt, kul ella nakað, sum tær skulu síggja upp til, skrivar hon sjálv undir eini mynd á Instagram, har hon poserar í bikini.

 

 

Lívið snúði seg um likes

- Eg var fullkomuliga bundin. Eg helt, at mongdin av likes og fylgjarum var ein ábending um, at fólk dámdu meg í veruleikanum. Instagram bleiv mín samleiki, og eg var einki uttan myndirnar, greiðir Essena frá í einum filmsbroti, sum hon hevur lagt út á Youtube.

 

Eisini sigur hon, at hóast tær flestu myndirnar fungeraðu sum eitt slag av sjálvpromovering, so fekk hon eisini nógvar pengar fyri at nevna og vísa ymsar vørur fram á myndunum hjá sær

 

 

Hvat heldur tú? Er sosiala ímyndin av okkara lívi blivin týdningarmiklari enn veruliga lívið?

 

Kelda: The Guardian

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.