Heimurin bert á gosi um París

Heimurin bert á gosi um París
Seinastu dagarnar hava yvigangsatsóknirnar í Franklandi fylt nógv í miðlunum. Tó eru nógv, sum eru ónøgd við, hvussu stórur dentur verður lagdur á hesa hendingina, meðan aðrar hendingar við eins stórum deyðstølum púrasta fara aftur við borðinum
19.11.2015 - 15:30

Sunnudagin snúði mest lisna greinin hjá BBC seg um yvirgang, men tað var ikki um álopið fríggjakvøldið í París. Greinin snúði seg um eina yvirgangsatsókn á einum skúla í Kenya í apríl 2015, har 147 fólk vórðu dripin. Eftir bert tveimum døgum, høvdu eini 10 milliónir fólk – serliga úr vesturheiminum – sæð greinina. Hetta er einar fýra ferðir so nógv, sum talið av teimum, sum upprunaliga lósu greinina.

 

Við at deila hesa og aðrar greinar vildu summi kritisera vesturlendsku miðlarnar fyri ikki at leggja eins stóran dent á til dømis hesa yvirgangsatsóknina sum ta í París. Onnur sóu út til ikki at hava lagt merki til, at dagfestingin á greinini var gomul.

 

Eisini føroyingar hava gjørt vart við hetta. Summi hava valt at seta eitt heimskort á sína vangamynd heldur enn franska flaggið og onkur hevur deilt leinkjur og sjónmyndir av eitt nú brostnu byrgingini í Brasilia tíðliga í hesum mánaðinum. Hetta førdi við sær, at, at níggju fólk lótu lív, men hevur havt stóra ávirkan á bæði drekkivatn og náttúrulív.

 

 

Finnast at Facebook
Nógv hava eisini funnist at Facebook fyri bert at seta “safety check” funkuna til í samband við atsóknina í París og ikki til dømis ta í libanska høvuðsstaðnum Beirut dagin fyri, har minst 41 fólk lótu lív.

 

Stovnarin av Facebook, Mark Zuckerberg, segði tó týsdagin á síni vangamynd, at Facebook nú eisini hevði valt at seta funkuna til eftir sjálvmorðsbumbuálopið í Nigeria, ið drap 30 fólk, og at Facebook í løtuni arbeiðir við at gera eina leiðbeining fyri, nær funkan skal setast til og ikki.

 

Ein næmingur úr Libya, ið lesur uttan fyri heimlandið, viðmerkti í hesum sambandi, at hann hevði fingið einar 50 dagføringar um, at vinfólk vóru trygg í París, men at hann skuldi fingið eini 600 sovorðnar hvønn dag frá øllum, hann kendi, úr heimbýnum Benghazi, um funkan skuldi vera til nakra nyttu fyri hann.

 

 

 Keldur: BBC, Reuters og Facebook.

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.