Bókligt vikuskifti

Bókadagar
Bókligt vikuskifti
Orðið, bókmentir, í sjálvum sær fær ofta fólk at klýggja, men bókmentir nýtast als ikki at vera keðiligar. Bókadagarnir í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið bjóða tær eina spennandi, eksperimenterandi og fjølbroytta skrá
20.11.2015 - 17:00

Bókadagar eru í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið. Bókadagar seta ljós á alskyns bókmentir, tað veri seg bøkur, bókaprát og skapandi orð. 

 

Bókadagarnir undanfarin ár hava verið sera væl umtóktir, og við eini spennandi skrá verða teir væntandi minst líka spennandi aftur í ár. 

 

Ung skøld

Fleiri ung hava tikið pennin í hond og skrivað føgur orð seinasta árið. 20 ára gamla Anna Malan Jógvansdóttir gav í vár yrkingasavnið, Undirfloyma, út. Hon fer at leggja savnið fram sunnudagin kl. 14.00 í Norðurstovu. 

 

Les eisini: Anna Malan Jógvansdóttir júst givið yrkingasavn út

 

650 orð hava mong hoyrt í Góðan Morgun Føroyar. Tátturin snúði seg um, at fólk kundu senda eina søgu inn til GMF, sum í mesta lagi var 650 orð til longdar. Rakel Helsmdal valdi bestu søgurnar út og las tær upp í útvarpinum. Nú eru 62 søgur valdar út og prentaðar í spildurnýggjari bók, Nýtt flog. Millum teirra, sum sendu inn, vóru 16 ára Annika Dalsgaard og 18 ára Poula Eyðbjørnsdóttir. Tær eiga nakrar av søgunum í Nýggjum flogi, og verða tær eisini til staðar til Bókdagarnar. Bókin verður løgd fram leygardagin kl. 16.00 í Norðurstovu. 

 

Les eisini: Skaldið: Annika Dalsgaard

 

Næmingar á Føroya Fólkaháskúla standa fyri LabORÐatorium, sum verður í Skálanum allan leygardagin og sunnudagin. Á labORÐatoriinum fara næmingar at gera alskyns royndir við at fáa orðini visuel, musisk og skaldaborðin. Fyrireikararnir av labORÐatoriinum siga at hetta er ikki ein liðug framsýning, men eitt LabORÐatorium, eitt slag av skapandi royndarstovu, har vit saman villast inn í bøkur, bókstavir og orð. Á skránni verður m.a. Snóratræs- yrkingar, stiga-orð, bókstavir ad libitum, orðaleysir films- stubbar, bókaummæli, og mangt mangt annað.

 

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.