'Skilagóða ættarliðið' bíðar við at hava samlegu

'Skilagóða ættarliðið' bíðar við at hava samlegu
- Vit hava valt, at kalla tey ungu nú á døgum fyri 'skilagóða ættarliðið'. Hetta kemur av tí, at tey ungu drekka minni, eta betur, roykja minni og bíða longri við at fara í song saman fyrstu ferð
24.11.2015 - 12:30

Kanning vísir, at danski ungdómurin ikki fer í song saman líka tíðliga sum áður. Hetta sigur danska heimasíðan mx.dk.

 

Hesa kanning gjørdi Statens Institut af Folkesundhed í 2009. Tá høvdu 34% av 15 ára gomlum havt sítt seksuella debut. Kanningin varð gjørd aftur í 2013, har prosentið var fallið 13%, tað vil siga góð 21% høvdu mist sína jomfrúheit.

 

Kanningin av 7.676 tannáringum vísti eisini, at tær 15 ára gomlu genturnar høvdu meira seksuella erfaring enn dreingirnir í sama aldursbólki.

 

Av hesum ungu, ið høvdu verið í song saman, høvdu 9 av 10 nýtt fyribyrging. Og uppá 5 ár er talið av tannáringaabort fallið frá 2.830 til 2.051.

 

Hósat hetta liggur miðal aldurin at missa sína jomfrúheit enn á 16 ár. Har hevur hann ligið síðani 1960, tað sigur Christian Graugaard, ið er professari í sexologi.

 

 -Vit síggja týðiliga lækking av ungum, ið hava havt samlegu. Tað hongur kanska saman við, at ung ikki drekka seg líka full sum áður og av tí sama ikki enda í hasum 'ups-støðunum', har tey av fullskapi enda í song saman, sigur granskari Karen Margrethe Dahl frá Statens Institut af Folkesundhed.

 

Hetta kemur óvart á danir. Tey høvdu væntað, at gongdin var tann mótsatta, eftirsum at tað gerst lættari og lættari at koma í samband við onnur ung, eitt nú við dating appum sum Tinder.

 

 

Hvussu halda tit, at støðan er í Føroyum? Mogga vit fyrr enn danir?

 
 

 

 

Sissal bloggar: #2. partur Sissal Drews Hjaltalin bloggar frá Cannes-festivalinum
Sissal bloggar: #1. partur Sissal Drews bloggar frá Cannes-festivalinum
Topp 10: Mest lisnu greinar á Röddini 2018 Her er ein listi yvir mest lisnu greinarnar í 2018
Sigarettirnar eru skiftar út við snús Fólkaheilsuráðið gav fyri stuttum út nýggja Gallup-kanning, sum vísir, at føroyingar roykja minni enn nakrantíð. Sambært kanningini roykja 25 % av...
Jólakalendarin: tiltøk í desember Tað eru sjálvandi eisini nógv tiltøk á skránni hendan jólamánaðan.